- Ætlar tú at brúka hasa lampuna?
Jóan Pauli Joensen peikar á eina hvíta lampu, sum stendur á einum borði inni á rektaraskrivstovuni á Fróðskaparsetrinum.
Tað er hósmorgunin 1. september, og tað er dagurin, tá ið nýggjur rektari er komin í sessin á Debesartrøð. Jóan Pauli Joensen, sum hevur røkt starvið í samanlangt 16 ár, er givin, og nýggjur maður hevur tikið við hendan morgunin.
- Eg havi ikki bestemmað meg, men um tú hevur brúk fyri henni, so skalt tú taka hana við tær, svarar Sigurð í Jákupsstovu, sum er fluttur inn á skrivstovuna, sum Jóan Pauli plagdi at hava.
Jóan Pauli Joensen fer nú aftur í gamla starvið hjá sær sum professari á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum.
- Nú havi eg verið á Setrinum, síðani eg var heilt ungur, og tað hevur altíð verið við sorgblídni, at eg eri farin úr einari støðu til aðra. Men eg føli, at eg havi tænt mína herskyldu og kann fara úr rektarastarvinum. Og eg veit, at ein góður maður kemur í mítt starv, og tíðin er komin til, at nýggir kustar skulu feiða, sigur Jóan Pauli Joensen.
Nýggi rektarin gleðir seg til stóru uppgávuna, sum hann nú skal í holt við.
- Eg eri sera spentur upp á hetta starvið. At menna eitt sterkt Fróðskaparsetur er ein stór og týðandi uppgáva, og eg gleði meg til at sleppa í gongd við hetta arbeiðið. Hetta er eitt skifti fyri meg og sjálvandi ein stór broyting, men eg havi eitt sindur av royndum í hesum umhvørvinum frá fyrr av, so hetta er ikki heilt fremmant fyri meg, sigur Sigurð í Jákupsstovu.
- Tað hevur verið ein støðug menning av Fróðskaparsetrinum, og eg haldi, at tað er ein breið undirtøka í samfelagnum fyri, at vit skulu hava eitt sterkt setursumhvørvi. Ein seturslóg kom í 2008, og ein granskingarpolitikkur er viðtikin av Vísindanevndini, so mín uppgáva er fyrst og fremst at gera tær broytingar, sum lógin ásetur, og at røkka teimum málum, sum granskingarpolitikkurin hevur sett út í kortið. Tað er ein longri prosess, men tað er tann vegin, at vit skulu arbeiða, sigur hann.
Støðug menning
Jóan Pauli Joensen hevur í síni tíð sum rektari upplivað mangt og hvat, men størsta sjokkið fekk hann fyri trimum árum síðani.
- Tá fingu vit nýggja seturslóg, skuldu leggja Setrið og Læraraskúlan saman og menna Setrið og gera alt gott. Men tað fyrsta, politikararnir gjørdu, var at skera Setrið við 5 milliónum krónum, og tað var størsta sjokk, sum eg havi fingið. Tað var eitt stórt afturstig fyri okkum, og vit eru nústani komin upp undan aftur, sigur Jóan Pauli Joensen.
- Hetta hevur verið ein sera áhugaverd uppgáva, og eg kundi ynskt mær, at menningin á Setrinum kundi gingið skjótari, men tað hevur allatíðina verið ein menning. Tað hevur ikki strandað upp á viljan hjá fólkinum á Fróðskaparsetrinum, men tað er sum altíð fíggjarligu karmarnir, sum avgera gongdina.
Jóan Pauli heldur, at føroyingar skulu royna at hava so nógv útbúgvingartilboð sum gjørligt her í landinum.
- Men eg haldi eisini, at tað er týdningarmikið, at okkara lesandi eisini fara til útlandið at lesa ein part av tíðini, tað plaga vit at mæla teimum til gera. Tey kunnu taka endaligu útbúgvingina hjá okkum og fáa góðskrivað lesnaðin, sum tey hava havt uttanlands. Hetta er eisini nakað, sum londini rundan um okkum viðmæla teimum lesandi, at tey taka ein part av útbúgvingini í øðrum landi, sigur hann.
Skyldu at granska
Sigurð í Jákupsstovu heldur, at føroyingar skulu tryggja góð og lokkandi útbúgvingartilboð til tey ungu.
- Vit hava eina stóra uppgávu. Vit skulu út at branda Fróðskaparsetrið og gera vart við okkum millum tey ungu, so at tey vita, at tað er ein møguleiki at lesa í Føroyum, og at Setrið er í stórari menning. Fróðskaparsetrið skal verða ein partur av valinum, sum tey ungu umhugsa. Vit hava nakað at bjóða her, sum tey kunnu byggja víðari uppá. Tað er umráðandi, at vit fáa styrkt Setrið – bæði við undirvísing og gransking – so at tað verður skapt eitt umhvørvi her, sum er áhugavert fyri tey ungu, sigur hann.
- Fyri samfelagið er tað ikki gott, at øll tey ungu fara av landinum at lesa, og bert ein partur kemur heimaftur. Um tað er best fyri tey 18 ára gomlu, at tey fara av landinum at lesa, skal eg ikki siga. Tað er ivaleyst ymiskt frá persóni til persón, men fyri nógv er tað ein fyrimunur, at tey kunnu byrja sín lestur í Føroyum, og síðani fara út í heim. Tí skulu vit hava góðar møguleikar fyri hægri lesnaði í Føroyum.
- Sum samfelag og tjóð hava vit eisini skyldu til at granska og undirvísa í viðurskiftum, sum hava týdning fyri okkum sjálvi. Skulu vit samstarva og samvirka við onnur lond, mugu vit kenna okkara egnu viðurskifti. Tí skulu vit menna tað granskingarumhvørvi, sum vit kunnu her í Føroyum, og ein týðandi partur av hesum umhvørvi er undirvísing og útbúgving, sigur Sigurð í Jákupsstovu.
Fleiri ung á Setrið
Fólk í øllum aldri taka útbúgving á Fróðskaparsetrinum, og soleiðis skal tað eisini verða frameftir, halda bæði fráfarni og nýggi rektarin.
- Vit hava bæði ungfólk og meira tilkomin fólk, sum taka útbúgving á Setrinum, og sjálvt um vit gjarna vilja hava fleiri ungfólk at taka útbúgving hjá okkum, so skulu vit eisini hava møguleikar til tey tilkomnu, sum vilja útbúgva seg, sigur Jóan Pauli Joensen.
- Meirilutin av teimum lesandi skulu helst verða ung, men í løtuni er eitt av loysunarorðunum allastaðni “lívslong læring”. Fólk skulu hava møguleikan at endurnýggja seg og fáa nýggj input til sína læru, tí alt broytist og mennist. Tað skal eisini verða ein partur av skipanini, sigur hann.
Nýggi rektarin vil eisini bjóða fólki í øllum aldri vælkomnum á Fróðskaparsetrið.
- Tað er gott, at fólk, sum eru komin eitt sindur upp í árini, koma her at menna sínar førleikar, og tað skulu vit eisini eggja teimum til. Men tað er eisini sera umráðandi, at vit fáa nógv ung – tey, sum júst eru liðug við miðnámsútbúgvingina – at lesa her. Vit skulu hava eitt vist tal av ungum fólki, fyri at tað verður áhugavert fyri tey at taka útbúgving á Fróðskaparsetrinum, sigur Sigurð í Jákupsstovu.
- Tí skulu vit hyggja eftir, hvussu vit marknaðarføra okkum, hvørjar útbúgvingar vit bjóða út, og hvussu felagsumhvørvið hjá okkum er, so at vit verða meira attraktiv fyri tey ungu. Hetta er nakað, sum stýrið fyri Fróðskaparsetrið hevur viðgjørt. Við at leggja stovnar saman, hava vit fingið eitt betri grundarlag, og nú ræður um veruliga at knýta stovnarnar saman og at fáa teir at virka sum eina eind, so at tað verður eitt meira livandi og spennandi umhvørvi.
- Vit mugu sleppa undan gomlu hugsanini um, at Fróðskaparsetrið er nakrar smáar eindir, sum eru spjaddar, men heldur ein stór og sterk eind, sum liggur mitt í Havnini, og sum er eitt veruligt tilboð til tey ungu. Eitt tilboð, sum tey kunnu samanbera við at fara at lesa aðrastaðni, sigur Sigurð í Jákupsstovu.
Pengar skulu til
Fráfarni rektarin heldur, at tað er trupult at arbeiða miðvíst, tá ið Fróðskaparsetrið ikki veit, hvussu nógvar pengar, tað hevur at arbeiða við næstu árini.
- Tað kann verða trupult at arbeiða, tá ið tað er avmarkað við pengum, og vit ongantíð vita, hvussu nógv vit hava at ráða yvir næsta ár. Tað hevur gingið spakuliga rætta vegin við játtanini til Fróðskaparsetrið, men tað, sum eg havi bíðað eftir øll árini, er, at flokkarnir gjørdu eina semju um, hvussu gongdin skuldi verða í játtanini til Fróðskaparsetrið næstu seks, átta ella tíggju árini.
- Trupulleikin er, at vit vita ikki, hvussu tað verður næsta ár, og tá er trupult at siga, hvørjar útbúgvingar vit skulu hava, hvat vit skulu granska í, og hvørji fólk vit skulu seta í starv. Har mugu vit hava meira langsiktaðar ætlanir, sigur Jóan Pauli Joensen.
- Útbúgving hevur sera stóran týdning fyri samfelagið, og tað er tað sama galdandi fyri Føroyum sum fyri øll onnur lond, at tað er ein greiður samanhangur millum gransking og útbúgving og tað virðisøking, sum er í samfelagnum. Skulu Føroyar verða eitt samfelag, sum mennir seg, og ikki verða sum Hetland onnur samfeløg, sum bara minka, so mugu vit spíla okkum út við útbúgving og gransking. Vit skulu hava nøkur kjarnuøki, men eisini verða fleksibul og hugsa um, hvat vit hava brúk fyri. Og tað er eisini ein fyrimunur fyri eitt lítið universitet sum okkara, at vit kunnu geva individuellar møguleikar til okkara lesandi.
Sigurð í Jákupsstovu fær nú uppgávuna at arbeiða fyri, at Fróðskaparsetrið fær nóg mikið av pengum at arbeiða við.
- Eg veit ikki, um eg gleði meg til ta uppgávuna, men at tryggja Fróðskaparsetrinum pengar er ein stór og týdningarmikil uppgáva. Og tað er umráðandi, at politikararnir seta sær nøkur langtíðarmál um, hvussu Setrið skal mennast, men tað er vón fyri, at tað fer at henda, tí tað er gongd í málinum. Men Setrið kundi eisini farið at hugt eftir møguleikum at draga aðra fígging til okkum ígjøgnum ymsar verkætlanir, sigur hann.
Savna Setrið
Fróðskaparsetrið húsast í fleiri bygningum, tey lesandi eru eitt sindur spjødd í Havnini, og tey hava einki savnandi økið, hagar tey kunnu fara. Bæði fráfarni og nýggi rektarin ynskja sær, at virksemið hjá Fróðskaparsetrinum varð savnað meira.
- Umstøðurnar við hølum eru blivnar betri, men tað, sum vit kundu hugsað okkum, var, at vit savnaðu tey lesandi meira í sama øki, og at tey eisini høvdu eitt stað, har tey kunnu møtast. Alt er so lítið hjá okkum, og tí hava vit næstan ikki ráð at verða so spjødd, sum vit eru, sigur Jóan Pauli Joensen.
- Fyrr helt eg, at ein nýggjur universitetsbygningur skuldi liggja uttanfyri býin, men nú haldi eg, at tað hevði verið rættast at havt virksemið hjá Fróðskaparsetrinum inni í Havnini. Ein møguleiki er at brúka økið her á Debesartrøð til virksemið hjá Setrinum, og ein møguleiki hevði verið at brúkt Venjingarskúlan, tá ið hann einaferð verður niðurlagdur, til universitet. Tað er í øllum førum eitt hugskot.
Sigurð í Jákupsstovu kennir hetta hugskotið, og hann tekur undir við tí.
- Hatta er eitt gott hugskot, sum eisini hevur verið diskuterað í stýrinum og á Setrinum annars. Vit kundu savnað meira her á Debesartrøð og kanska knýtt Venjingarskúlan afturat Setrinum, so vit kundu havt størt virksemi í hesum økinum. Vit mangla framvegis eitt felagsøki, har lesandi og granskarar kunnu savnast uttan fyri skrivstovur og útvísingarhøli. Tað skulu vit arbeiða við at fáa etablerað, sigur hann.
Skal hava sín egna stíl
Nú formliga rektaraskiftið á Fróðskaparsetrinum hevur verið, spyrja vit fráfarna rektaran, um hann hevur nøkur góð ráð at geva nýggja rektaranum.
- Sigurð skal ganga út frá tí, sum hann heldur er rætt. Tá ið eitt leiðaraskifti er, so koma broytingar, tí leiðsla er merkt av tí persóni, sum er stjóri. Eg havi havt mína tíð og havi verið upp á mín máta, og Sigurð skal gera tað upp á sín máta og brúka sínar eginleikar og útbúgvingar og verða soleiðis, sum hann er. Tá ið mann kemur í mín aldur, so hevur mann hug at hanga eitt sindur í tí, sum plagdi at verða, og tá er tíð at fara. So tíðin er komin at gevast. Men tá ið tað kemur til gransking, so føli eg meg framvegis á toppinum. Eg ætli mær at lata nýggja rektaran fáa frið, og eg ælti mær ikki at blanda meg uppí. Eg fari at koma út her at drekka kaffi onkuntíð, men tað verður bara fyri at fortelja býttar søgur í kaffisteðginum, sigur Jóan Pauli við einum smíli.
Og nýggi rektarin ætlar at brúka vitanina og royndirnar hjá gamla rektaranum.
- Nú er ein nýggjur rektari á Setrinum, men sjálvandi fari eg at tosa við Jóan Paula og gera brúk av hansara royndum og vitan um Setrið. Vit fara uttan iva at fáa eitt gott samstarv, sigur Sigurð í Jákupsstovu.
Fakta
Navn: Sigurð í Jákupsstovu
Aldur: 48 ár
Bústaður: Argir
Útbúgving: Skipsførari, sivilverkfrøðingur og phd í kolvetnistøkni
Hevur verið stjóri á Jarðfeingi og kemur úr starvi sum tekniskur stjóri hjá Atlantic Petroleum
Fakta
Navn: Jóan Pauli Joensen
Aldur: 66 ár
Bústaður: Havn
Útbúgving: Doktari í etnologi og í søgu