Sigur ein Poul Jákup Thomsen, sigur ein samstundis ein rættur havnarmaður. Hann er vaksin upp í høvuðsstaðnum, og tí hevur Havnin sjálvandi nógv at siga í lívi hansara.
Men sum Poul Jákup tekur til: - Soleiðis sum lívið fer fram, fær ein eisini onnur virðir, sum gerast týdningarmikil.
- Eg byrjaði at arbeiða og undirvísa hjá Heilbrigdið her á Skarvanesi. Og tá so eini hús vórðu til sølu, avgjørdi eg at flyta suður. Tað havi eg ikki angrað, sigur hann.
Hann kann eisini fegnast um, at restin av familjuni somuleiðis er fegin um hetta stigið, sum hevur givið honum nøkur nýggj virðir í lívinum.
- Hvørji hesi virðini eru? Jú, friðurin - henda róin, at kunna vera púra einsamallur í bygdini, tí eingin annar býr her.
- Sært tú, tað er henda róin at vera tvingaður at vera saman við sær sjálvum og venja seg til tað, - tað ber illa til at greiða frá tí. Tað má bara upplivast, sigur Poul Jákup.
At merkja seg sjálvan
Fyri nýggja íbúgvan í Skarvanesi er eingin ivi um teir fyrimunir og tær serstøku upplivingar, sum bygdarlívið her geva honum.
Honum nýtist bara at fara út um eina løtu ella gloppa stovuvindeygað, so er náttúran honum so nær, so nær. Í fjøruni bróta aldurnar og fram við húsunum tutlar áin.
- Ja, hugsa tær hetta - at kunna hoyra og eygleiða fuglin í haganum. Síggja kópin og fuglin á sjónum, hoyra seyðin, gæsnar, dunnurnar og hønurnar í túnum.
- Tá eg síggi ein skarv fara flúgvandi í fjøruni, so er tað ein sera vøkur sjón, her hann fer framvið við sínum langa hálsi. Hann er ein sera vakur fuglur tja, eg veit ikki, hann fær meg altíð at hugsa um eitt Concorde-flogfar!
Eitt tað besta Poul Jákup veit er at ganga langar túrar, niðan í hagan ella inn eftir vegnum.
- Her fært tú veruliga tíð at hugsa um teg sjálvan, merkja teg sjálvan og kenna henda vælsignaða friðin rundan um teg.
- Soleiðis er Skarvanes bara, sigur Poul Jákup, sum býr í teimum fyrstu húsunum í bygdini.
Tilvitaður um lívið
Ein skuldi trúð, at tað tók drúgva tíð hjá einum innføddum havnarmanni at umhugsa avgerðina at flyta til eitt so fjarlagið stað sum Skarvanes.
At hetta yvirhøvur gjørdist veruleiki hevur sjálvandi sína orsøk og sína søgu. Sigast kann, at hetta hevur ikki skarvað eitt einasta petti av lívsvirðum hansara:
Alt byrjaði við at Poul Jákup fór at undirvísa í hølunum, sum Heilbrigdið hevur her í bygdini. Eitt var at undirvísa øðrum í sálarfrøði og øðrum viðurskiftum, sum snúgva seg um avvarðandi hjá rúsmisnýtarum.
Men hjá Poul Jákupi sjálvum byrjaði sálarfrøðin eisini at gera sína ávirkan. Hann gjørdist rætt og slætt bitin av bygdarlívinum.
Sum hann sjálvur tekur til: - Eg byrjaði snøgt sagt at merkja sálarfriðin sum er á einum slíkum lítlum plássi sum hesum - henda serstaka friðin, í mun til alt stressið í Havn.
- Annaðhvørt fær ein eyguni upp fyri honum - ella fær ein tað ikki! Eg eri annars kendur fyri at renna runt og ikki hava so nógv samband við meg sjálvan og kenslur mínar.
- Men her suðuri varð eg tvingaður til at gerast meiri tilvitaður um tað at liva, - tað at kunna merkja seg sjálvan og vera í samband við seg sjálvan. Skal eg siga sum er, so hevur tað faktiskt verið ein gleðilig uppliving, sigur Poul Jákup.
Felagsskapur í einseminum
At búgva í Havn og á Skarvanesi er sum tveir heilt ymiskir heimar. Men kortini hava hesir heimarnir eitt til felags:
- Hygg bara sum í dag. Í gjár var eg einsamallur her, og í dag er húsið fult av fólki sum koma á skeið. Soleiðis fært tú eisini nøktað tín sosiala tørv her á staðnum.
- Og í gjárkvøldið (mikukvøldið í farnu viku, blðm.) var eg heima á Sandi og hugdi eftir fótbóltsdystinum millum Barcelona og Arsenal. Har vóru eini hundrað onnur fólk og hugdu eftir dystinum á stórskíggja.
- Aftaná dystin fór eg aftur higar í einsemið. Í dag havi eg nevniliga nógv meiri brúk fyri at vera einsamallur við mær sjálvum, tá eg geri undirvísingartilfar ella fyrireiki meg til fyrilestrar.
- Tað er bara ótrúliga gevandi at kunna fáa gagn av øllum friðinum, sum valdar her á staðnum. Her eru so nógv virðir, sum ein kanska ikki hugsar so nógv um dagliga í Havnini.
- Tey eru ikki so nær har, sum tey altso eru her!, sigur Poul Jákup sum eisini fegnast um møguleikan at kunna fara til húsini, tey eiga í Havn.
Hevur hann onkrar uppgávur í Havn, so svevur hann har. Og til aðrar tíðir kemur familjan suður til Skarvanesar.
Virðini eru her
At ein slíkur maður úr høvuðsstaðnum búsetir seg sum tann einasti íbúgvin í eini at kalla avtoftaðari bygd, hevur hann sjálvandi fingið onkrar viðmerkingar um.
- Ja, hvat hildu fólk í roynd og veru um ætlan tína at flyta til Skarvanes?
Tann fyrsta viðmerkingin hann fekk frá fólki, var helst tann at tey undraðu seg yvir hesa avgerðina. Tey søgdu: - Til Skarvanesar??!! Álvaratos, - meinar tú tað??!!
- Eg sá tað bæði á kropsmáli teirra og hoyrdi tað væl á ræddarleguni, at tey hildu sera lítið um hetta. Tey vóru høflig og søgdu tí ikki meiri enn tað.
- Men tey sum hava verið her, og tey sum hava gingið túrar her og hava upplivað náttúruna og djóralívi, tey hava eisini sæð tað sama.
- Tey skilja tað ikki, fyrrenn tey sjálvi hava verið her og sæð virðini, sum finnast her, sigur Poul Jákup, sum hevur verið skarvanesmaður hetta seinasta hálvtannað árið.
Poul í Geil
Húsini sum familjan Thomsen hava keypt eru fyrstu húsini, ein kemur til á Skarvanesi húsini við Geilaránna. Tað fyrsta ein leggur merki til er tann svarti skutarin hjá honum, sum stendur uttanfyri húsini.
Hetta er í øllum førum eitt greitt tekin um at lív er komið aftur í bygdina, sum kanska mong mettu sum útdeyða. Men Poul Jákup og familjan vildu tað øðrvísi.
Inni í húsinum er alt tað, sum hoyrir til eini vanlig hús í dag, m.a. eisini ein peis. Aftrat øllum er eitt ótrúligt útsýni suðureftir og vestureftir.
- Eg veit ikki, tú. Men nú kalla tey meg bara fyri Poul í Geil eins og tann gamli havnarmaðurin, sum fyrr seldi tapet og lím har niðri á Kongabrúnni.
- Ja, mangt broytist á mansins ævi, sigur Poul Jákup, sum eisini hevur fingið nógv eykanøvn manna millum so sum Poul Skarv ella Poul á Nesinum.
Sama ger. Navnið spillir ongan hóast ein nú eisini ber navnið Poul á Skarvanesi!










