stórari og svárari sorg og ikki fáa nakra hjálp. - Tá ið eg misti sonin royndi eg at leita eftir hjálp, eftir onkrum sum kundi taka sær av mær og okkum. Eg hevði ikki orku til at taka mær av mínum livandi [...] saman við barninum. Tu skalt ikki loysa trupulleikarnar hjá barninum, tí tað ber í grundini ikki til. Ofta hava vit lyndi til at forklára alt yvir fyri børnum. Men vit skulu ikki geva tí meiningsleysa meining [...] andi fyri eina tíð av sorg, til gerandisdagurin er komin í eina fastu legu aftur. Vaksin hava lyndi til at halda, at børn syrgja so stutt, men tað trúgvi eg í grundini ikki. Sorgin vitjar alla tíðina aftur
veðrið var av tí allar fagrasta. Nú Poul Nyrup Rasmussen er komin til Føroya, nýtti hin føroyski Javnaðarflokkurin høvi til at bjóða honum til Suðuroyar Danski forsætisráðharrin hevur ongantíð verið í Suðuroynni [...] gekk leiðin til Porkeris, har ið gamli, javnaðarmaðurin, Hilmar Bech tók ímóti í skúlanum og tosaði um, hvussu føroyska samfelagið hevði ment seg. Poul Nyrup helt tað vera frálíkt, at tað bar til at skúlin [...] Vera fekk fornemt besøk Úr Porkeri gekk leiðin suðureftir til tað náttúruvakra Akraberg, har sumbingar vístu runt. Og síðani gekk leiðin til Sumbiar har vitjanin fekk ein heilt serligam dám. Í Sumba var
ynski og bert vit sjálvi kunnu seta tað í verk. Men ikki nú, tí hvør skal gjalda morgunmatin? Sjáldan havi eg sæð eina ætlan so bláoygda sum hesa. Eg skrivi sum búskaparfrøðingur. Ætlanin er eitt stórt [...] sjálvstýri. Ikki í einari hovsasjálvsstýrisætlan. Mangt bendir á, at menn ikki hugsa seg um, men bert taka ein løgtingsmeiriluta, og so eina illa skipaða meiningarkanning sum verðandi gott nokk! Eg vil ávara [...] sjálvstýri tann dagin, tað kann lata seg gera, men ikki ein tilvildarligan dag. Ráðini eru ikki til loysing nú ella tey fyrstu 5-10 árini. Vit fara ganska einkult á reyvina taka vit loysing. Høgni hugsa teg um
tikið so nógv mál sum yvirhøvur ber til, men tað hevur ført við sær, at tað hevur ikki borið til at viðgjørt tey so væl sum vit kundu hugsað okkum. Málini hava tí ikki altíð fingið so gjølliga og neyva viðgerð [...] børnum í dag í mun til fyrr. Hinvegin skerst ikki burtur, at verðin stendur ikki í stað. Hetta er ein verð, har bæði foreldur og børn eru upptikin av øllum møguligum og tað eru ikki øll, sum tola, at tað [...] men kvantiteturin er heilt avgjørt ikki uttan týdning. Foreldur hava skyldu til at læra børnini upp, men við hvørt hevur man varhugan av, at tað skal vera so frítt sum til ber. Tað eru foreldrini, sum eru
seg. Ann Elisabeth mælir avgjørd til, at stovnar og frítíðarskúlar hugsa meiri um at hava smærri eindir til børnini í framtíðini. Uppi í tíðini Starvsfólkunum nýtast ikki at stúra fyri, at hugskotini vanta [...] Tey eru ikki nógv fyri at skulu nakað ávíst alla tíðina. Teimum dámar nógv betri at ráða sjálv yvir, hvat tey gera og so ístaðin hava vit nøkur tilboð til børnini, sum tey kunnu tekna seg til, eitt nú [...] verkstøðum kann avleiðingin vera, at børnini fara at reika um allan býin. Tá koma vit til tað, at vit verða noydd at siga við børnini, at tey hava einki val, men skulu til hatta ella hitt, sigur Guðrun. Og
hon toldi ikki at koma so nær menniskjum, sum vanligt er í hesum yrki. Soleiðis gingu árini til eg var eini 18 ára gomul. Eg visti ikki, um eg var genta ella drongur, ella um eg kynsliga var til mann ella [...] giftust, men eg var ikki forelskað í honum, tó at eg gjørdi alt fyri at verða houm til vildar. Tá vit høvdu verið gift í eitt ár, kom broytingin. Eg megnaði nú at geva kærleika, eins og eg var før fyri [...] skógararbeiðari, og búði ikki heima ta tíðina. Tá eg var fimm ára gomul byrjaði pápi mín at gera seg inn á meg. Hann stutt sagt onaneraði meg til orgasmu. Hetta gjørdi hann til eg var 15 ára gomul, tó at
verður. Kanska er hann heldur ikki so hugaður at taka lut í øllum hóvastákinum um sín persón, nú stóri dagurin nærkast. Verður 100 um tú livir nóg leingi Eg hevði ikki væntað at eg fór at liva á 100 ára f [...] átta ára gamal til Símun í Deild í Vestamanna, at vera. Skúlagongdina hevur Jógvan ikki so nógv at siga frá - annað enn at hann einki lærdi. Tey gingu í skúla frá sjey ára aldur og til tey vóru fermd. [...] Tá í tíðini gingu børnini ikki í skúla hvønn dag, tí tey høvdu eisini arbeiði at røkja, vóru í torvi, hoyggjaðu, veltu o.s.fr.. Stundir vóru eisini til okkurt spælið. Teir spældu røvarar, sum var eitt
fremmandan her? Nei, tað geri eg als ikki. Í Føroyum eri eg ikki rættiliga føroyingur, men eg eri heldur ikki dani í Danmark. Tó kenni eg føroyingar so væl, at eg als ikki føli meg fremmandan her, sigur [...] nú er ikki longur spurningur um, hvar Randi Mohr kennir seg heima. Ikki dani í Danmark Um sín samleika, sigur Randi Mohr, at hóast hon ikki er rættiligur føroyingur í Føroyum, so er hon heldur ikki dani [...] tíðindini haðani til Ritzau, eins og mínir starvsfelagar í Danmark vita, at eg skrivi føroyska tilfarið. Kennir tú teg ongantíð einsamalla, ikki at arbeiða saman við øðrum journalistum? Hóast eg siti einsamøll
Søgnin ber ikki við pietismu, og heldur ikki onnur skjøl, eg havi sæð, so hetta er ivaleyst ein uppfinning hjá Emil Bruun at greiða frá sinnalagnum hjá Peder Arrheboe. Søguliga hevur høvundurin ikki fast undir [...] løtu, verða rógvin til Kollafjarðar. Tey liggja nátt í Kvívík - ikki í Leynum - prestarnir hjá Kvívíkspresti, meðan tað ikki verður sagt, hvar Benthe svevur. Tað skilst kortini, at tað ikki er í prestagarðinum [...] Bruun í mangar mátar hevur skarað framúr, so ger hann tað ikki sum høvundur. Skaldsøgan hevur lítið upp á seg, og í mun til »Barbaru« stígur hon ikki upp úr rossaspori. Tann fyrsti triðingurin av »Herr Peder
men eg vil eisini eiga rætt til restina av verðina. Men til alla lukku vaknaði eg, áðrenn eg náddi at velja, tí tað ynski eg ikki, og heimarætturin er til alla lukku farin eitt sindur aftur í seg sjálvan [...] Tað er sum so í lagi. Men um eg eri føroyingur ella ei, kann eingin uttan eg avgera. Eg veit, at eg eri føroyingur og tað fari eg altíð at vera, óansæð hvar í verðini eg fari at vera. Fyri mær er tað [...] rættin til seinni at kunna búgva í Føroyum. Øll familjan stóð og hugdi undrandi at mær. Tey skiltu ikki, at eg ikki bara valdi heimarættin. Ert tú ikki føroyingur, spurdu tey undrandi. Jú svaraði eg, men