Danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen var stórliga fagnaður á síni fyrstu vitjan í Suðuroynni.
Men Føroya Javnaðarflokkur kundi valla havt valt ein betri dag at víst oddamanninum í danska sosialdemokratiska flokkinum Suðuroynna, tí veðrið var av tí allar fagrasta.
Nú Poul Nyrup Rasmussen er komin til Føroya, nýtti hin føroyski Javnaðarflokkurin høvi til at bjóða honum til Suðuroyar
Danski forsætisráðharrin hevur ongantíð verið í Suðuroynni fyrr og so fekk hann samstundis høvi at vitja tað plássið í Føroyum, har ið føroyski Javnaðarflokkurin stendur serliga sterkur.
Sjálv ferðin suður við Smyrli sunnumorgunin var eitt upplivilisi við seg.
Í dýrdarveðri sigldi skiparin so, at ferðafólkið sá sum mest av oyggjunum. Hann sigldi tætt undir land og inn ímillum Dímunar og tað gav forsætismálaráðharranum eitt náttúruupplivilsi av teimum sjáldsomu - og teimum donsku myndafólkunum nakrar stórfingnar myndir í kassan, sum uttan iva fara at verða at síggja aftur í donkum fjølmiðlum teir komandi dagarnar.
Komnir á Tvøroyri fór danski forsætisráðharrin beint á Suðuroyar Sjúkrahús, har ið umsjónarmaðurin, Ronnie Midjord og Knud Steinø, yvirlækni buðu vælkomin.
Har fingu tey morgunmat, áðrenn danski forsætisráðharrin varð vístur runt at síggja sjúkrahúsið og at heilsa uppá starvsfólk og sjúklingar.
Lærdi Nyrup at høgga kol
Av Tvøroyri gekk leiðin norðureftir, fyrst í kolaminurnar í Hvalba, har ið arbeiðsmenn tóku ímóti.
Teir greiddu Nyrup frá kolagrevstri og teir fóru eisini inn í eina minu, har ið Helgir Thomsen lærdi Nyrup at høgga kol.
Síðani varð farið longur norður til Sandvíkar, har Nyrup og fylgi hansara, og umboðini fyri Føroyska Javnaðarflokkin og drukku ein kaffimunn saman við bygdarfólki.
Í Sandvík fall prátið sjálvsagt inn á gamla, vælkenda Javnaðarmannin, Johan Nielsen, sum danski forsætisráðharrin væl visti um og helt nógv um, og hann nýtti eisini høvi at spyrja sandvíkingar um Johan og skyldfólk hansara
Úr Sandvík gekk leiðin til Porkeris, har ið gamli, javnaðarmaðurin, Hilmar Bech tók ímóti í skúlanum og tosaði um, hvussu føroyska samfelagið hevði ment seg.
Poul Nyrup helt tað vera frálíkt, at tað bar til at skúlin í eini bygd sum Porkeri kundi verða brúktur allan dagin til alskyns virksemi
Í Porkeri handaði Mikkjal Sørensen eina gávu, tað var eitt plagg, sum Karin Brattaberg hevði vovið úr føroyskum tógvi.
Vera fekk fornemt besøk
Úr Porkeri gekk leiðin suðureftir til tað náttúruvakra Akraberg, har sumbingar vístu runt.
Og síðani gekk leiðin til Sumbiar har vitjanin fekk ein heilt serligam dám.
Í Sumba var stokkið inn á gólvið hjá vælkendu, gomlu handilskonuni, Veru Christiansen, sum kom er úr Esbjerg í Danmark, haðani Poul Nyrup eisini er
Hon kom til Sumbiar fyri meiri enn hálvari øld síðani og hevði ein lítlan handil.
Nú er Vera langt síðani givin við handlinum og hon hevur sitið blind í mong ár.
Hon visti ikki av vitjanini, men tá ið danski forsætisráðharrin beyð góðan dag, kendi hon málið aftur beinanvegin, tí hon spurdi: Er tað Poul?
Ja, tað er Poul, svaraði forsætiráðharrin aftur.
Poul Nyrup?, spurdi Vera uppaftur.
Ja, tað er Poul Nyrup.
Og tá ið so formaðurin í Føroya Javnaðarflokki, Jóannes Eidesgaard eisini beyð góðan dag, kendi hon eisini málið á honum aftur og tá helt hon fyri: Nú havi eg fingið fornemt besøk í dag.
Poul Nyrup Rasmussen og Vera tosaðu saman um heimbý teirra, og tað vísti seg, at Poul Nyrup eitt skifti hevði búð í somu gøtu, sum Vera búði í.
Úr Sumba gekk leiðin til Vág, har ið Hendrik Old tók ímóti í Húsmøðrafelagnum og greiddi frá um Vág, um flakavirki og vinnulív, men ikki minst um vinnuloysi, sum hevði verið í syðra parti í Suðuroynni.
Poul Nyrup Rasmussen vísti á týdningin av at tað ikki bara er pláss fyri øllum í einum samfelagið, tað skal eiasini vera brúk fyri øllum.
Í fámjin greiddi Petur M.A Rasmussen frá um kirkjuna og um tað fyrsta, føroyska flaggið, sum hongur í kirkjuni har, og Nyrup Slapp eisini at heilsa uppá skyldfók hjá Jens Oliver Lisberg, sum gjørdi flaggið.
Haðani gekk leiðin í Skúlan á Tvøroyri, har í Johan Joensen tók ímóti og vísti Poul Nyrup skurðmyndina av P.M. Dam.
Á Tvøroyri helt formaður føroyska Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard røðu, har hann fortaldi, at Tvøroyri var háborg javnaðarfloksins.
Ella sum ein gamal javnaðarmaður tók til einaferð, hann var komin á Tvøroyri, at nú føldi hann, at ?Han stod på hellig grund³.
Jóannes Eidesgaard greiddi eisini frá Tvøroyri og um, hvønn týdning tvørafólk høvdu havt fyri menningina av fakfelagsrørsluni í Føroyum.
Haðani var farið á hotellið at eta døgverða, áðrenn leiðin gekk til Havnar aftur við verjuskipinum Triton.
Sera væl nøgdur
Nyrup gav fleiri ferðir til kennar, hvussu væl nøgdurh hann hevði verið við ferðina í Suðuroy.
Men hann hugtók eisini suðuroyingar so væl sum hann dugdi at føra seg fram, og hann tosaði lættliga við høg sum lág, við børn sum vaksin.
Tað var eisini týðiliga, at suðuroyingar vildu vera so blíðir sum gjørligt við danska forsætisráðharran, tí alla staðni har hann kom var nógv fólk møtt upp at heilsa uppá hann og børnini høvdu fløgg.
Poul Nyrup fortaldi m.a. fólki, at hann helt, at Føroyar var eitt avbera vakurt land við eini stórfingnari náttúru.
Hann vísti á, at kanska serliga í einum lítlum samfelagi sum okkara, hevði tað sosiala sambandið ímillum fólk alstóran týdning og tað, at fólk hjálpti hvør øðrum táið á stóð.
Men tað vóru akkurát hesi somu, solidarisku virðini, Javnaðarflokkurin stendur fyri, segði danski forsætisráðharrin, sum eisini fegnaðist um, at viðurskiftini ímillum føroyka javnaðarflokkin og tann danska ikki vóru so spent longur, sum tey høvdu verið.