kend støð í New York, og nógv av hesum liggja á Manhattan, har eisini World Trade Center liggur. Mikumorgunin kallaðu fólk hjá sjónvarpsrásini CNN Manhattan fyri eitt krígsøki, og tað er tað júst í yvirgangsrakta [...] hetta fær ikki næmingarnar at setast aftur. ? Í løtuni vita vit ikki við vissu, hvussu tað verður við ferðini, men tað skulu vit tosa við ferðaskrivstovuna um í dag. Vit hava goldið fyri ferðaseðlarnar, og [...] sigur Jákup Michaelsen, sum er ein av næmingunum í flokkinum. 16 næmingar og 2 lærarar skulu á ferðina til New York, og hóast tey vóru ovfarin av hendingunum í býnum týsdagin, so vóna tey at sleppa avstað
Kvinnuliðið úr Vestmanna var í fjør nógv tað sterkasta í føroysku kappingini, og liðið tykist ikki á nakran hátt viknað hetta kappinarárið. StÍF er hinvegin júst afturkomið í bestu deildina, so at rokna [...] so er tó einki at ivast í, at kvinnurnar úr Vestmanna aftur fara at gerast drúgvar í ár. Sera drúgvar. Bulurin á liðnum er hin sami, sum fór ósigraður ígjøgnum kappingarárið í fjør, og nú Nicoleta Radu [...] har afturat er komin í hópin, er breiddni eisini økt nakað, so veikari eru tær á ongan hátt. Skal nakar veikleiki finnast, er tað helst, at Manuela Stan í málinum er úti við bruna í hælsinuni. Ein skaði
við, sum í roynd og veru fyri tað nógva er fúlt undirhald. Men hetta er nakað fólki dámar. Og í hesum ummælinum halda vit, at tað er júst tað Listastevnan vantar ? tað fólksliga. Stevnan er í so nógv stongd [...] kenna teg aftur í tí, tú skal flenna at. Men at skilja, hví tey í einum parti av Norra eru meira hetta ella hatta enn hini, var í støðum heldur torført. Men perkararsøgurnar nýttu tey í salinum. Og sum [...] stongd inni í Norðurlandahúsinum og ikki ein partur av dagligdegnum og dagliga prátinum hjá fólki. Tómu stólarnir til flest øll tiltøk bera boð um eina fjarstøðu millum fasta og mentaða kompaníið í norðurlendska
Tríggjar medisinskar deildir vórðu umrøddar í frágreiðingini, t.e. B6, B8 og E2/E3. Eisini varð samanborið við sjúkrahús í Sønderborg og Svendborg. Ambulant Í frágreiðingini eru ymsar niðrustøður. Ein er [...] Hansen, sjúkrahússtjóri. Sjúkrahúsleiðslan fer í næstum at seta fleiri bólkar at arbeiða við betringum, sum eru tilmælt í frágreiðingini. Okkurt verður longu sett í verk við ársbyrjan 2003. ?Umleggingarnar fara [...] á B6 ovast á breddanum í at kalla øllum fjølmiðlum, tá tær mestsum allar søgdu seg úr starvi, tí arbeiði hjá teimum kendist alt ov møtumikið, og kreftirnar vóru brúktar upp. Í kjalarvørrinum á hesari
Føroyavinum í svenska javnaðarflokkinum. Anna Lindh vitjaði sum ung í Føroyum, har hon átti góðar vinir serstakliga í tí SU-umhvørvi, ið var politiskt sera virkið og livandi í sjeyti og í áttatiárunum [...] hesin atburður kom. Hendan skipan er einastandandi í øllum heiminum, og svenski javnaðarflokkurin hevur í heila øld verið heitasti talsmaður fyri júst hesari skipan við opinleika og áliti. Anna Lindh var [...] ur fyri fólkaræðið. Drápið er annað álopið á ta sermerktu politisku skipan, sum vit í umleið hundrað ár hava havt í Norðurlondum. Fyrra álopi var Palmemorðið, sum ikki varð uppklárað. Henda politiska skipan
peningastovnarnir tíðliga í fjør settu í verk í Føroyum. Hon nevnist Gjaldskipan. Skipanin er ment í samstarvi millum Elektron og Pengeinstitutternes Betalings Systemer (PBS) í Danmark og er ein føroysk [...] nevndarformanni í Elektron, nú Høgni Hoydal hevur gjørt av at skera ígjøgnum í stríðnum um persónsupplýsingarnar. Jørn Astrup Hansen hevði júst fingið kunngerð nr. 94 frá 16. juni stungið í hondina, tá Sosialurin [...] við sær, og í øðrum lagi verður talan um eitt endurgjaldskrav. Jørn Astrup Hansen undrast annars stórliga um orðaljóðið í kunngerðini. Hevði tað verið slagið av upplýsingum, sum var kjarnin í henni, so hevði
tað júst StÍF, sum kann geva eina hjálpandi hond í hesum. Meðan Stjørnan vitjar í Vági, tekur StÍF á heimavølli móti Neistanum, og kunnul tær órógva eitt sindur her, samstundis sum Stjørnan vinnur í Klaksvík [...] At siga at endaspælið í hondbóltskappingini hevur verið serliga gleðiligt fyri Klaksvíkina, er helst at taka munnin ov fullan. Eftir at tær í grundspælinum tóktust vera 100% vísar í silvurmerkjunum, er støðan [...] skulu royna at tryggja sær heiðursmerki. Á seinasta leikdegi vitja tær í Vági, og verður talan ikki um í øllum førum eitt stig í hesum dysti, so fer VB fram um Stjørnuna, og nú vágbingarnir sum tær einastu
trivnaðarpolitikkurin skal verða rikin í skúla- og mentamálaráðnum, í almannaráðnum, í fíggjarmálaráðnum og í løgmálaráðnum! Er tað ikki nakað, sum longu er lagt í hendurnar hjá Bill og Jenis at taka sær [...] ein meiriluti í tinginum hevur skipað eina samgongu. Men vit loyva okkum at seta spurningin beinleiðis til størsta flokkin í samgonguni og tess formann, sum nú røkir starvið sum varaløgmaður í eini Heima [...] nýtt øki, familju- og trivnaðarmál, ið er torført at definera. Tað hevur í veruleikanum eitt bein inn í øll ráð. Og tað er júst hetta vit eru vitni til. Billurin vil avtaka útsølu av øli. Djurholm sigur
førinum hin níggjundi, flytir inn í nýístandsettu læknahølini í J. Paturssonargøtu. Hesa avgerð, sum ein meiriluti í Sosialu nevnd samtykti á fundi 18. september í ár, kundi bæði nýsetti læknin og onnur fingið [...] kann ein 9. kommunulækni ikki byrja í starvinum fyrr enn vitaluhølini eru liðug, men harfyri stendur onga staðni, at tey júst eru ætlað til tann nýggjasta kommunulæknan. Í uppskotinum til innstilling, sum [...] skal flyta inn í læknamistøðina í Gundadali. Einki er til hindurs fyri, at ein av verandi kommunulæknunum seinastu fimm árini, og við um 1200 klientum, fær nýggjastu hølini, og hin nýsetti, í hesum førinum
persónum sum eina verunliga hóttan í føroyskum politikki. Sjefideologurin í ein lítlan mansaldur hjá hesi ?rørslu?, ella andaligi vegleiðarin hjá so mongum ungum føroyingi í Keypmannahavn, Rolf Guttesen, hevur [...] hevur alt tað eg veit búð og arbeitt í Keypmannahavn. Men eg má siga, at av disiplunum, sum eg fyrst kann koma í tankar um frá míni tíð í hesum umhvørvinum, fyinnast teir tveir, Bergur Dam og Hans Pauli [...] hjá Johan Samuelsen í bløðunum, har hann viðger persónar við kommunistiskari fortíð og fekk fatan av, at Johan Samuelsen sær hesar persónar sum eina tað størstu hóttan móti trygdini í samfelagnum. Eg loyvi