Klaksvík: Seinasta árið hava næmingar á HF-skúlanum í Klaksvík savnað pengar til eina námsferð til amerikanska stórbýin New York.
Týsdagin var ferðamálið hjá HF-næmingunum rakt av ógvusligum yvirgangsálopi, sum eftir øllum at døma hevur kostað túsundtals mannalív. Men hetta fær ikki næmingarnar at setast aftur.
? Í løtuni vita vit ikki við vissu, hvussu tað verður við ferðini, men tað skulu vit tosa við ferðaskrivstovuna um í dag. Vit hava goldið fyri ferðaseðlarnar, og verður flogferðslan tikin uppaftur, so ætla vit okkum avstað, sigur Jákup Michaelsen, sum er ein av næmingunum í flokkinum.
16 næmingar og 2 lærarar skulu á ferðina til New York, og hóast tey vóru ovfarin av hendingunum í býnum týsdagin, so vóna tey at sleppa avstað. Tey skulu avstað 28. september, og tey skulu brúka einar 10 dagar til námsferðina.
Øðrvísi ferð
Mest sum á hvørjum ári eru næmingar á HF-skúlanum uttanlands, og tá tey, sum nú ganga í 2. flokki, byrjaðu á skúlanum fyri einum góðum ári síðani, samdust tey um, at leiðin skuldi liggja til USA.
Undanfarin ár hava flokkarnir vitjað í Norðurlondum, ymstaðni kring Miðalhavi og á onkrum sóloyggjum, og hóast ferðini til New York kostar hálvtannað hundrað túsund krónur, so fóru næmingar í holt við at savna pengar til hesa ferðina.
Tey hava havt nógv tiltøk seinasta árið, og so seint sum seinasta vikuskiftið høvdu tey loppumarknað, og um eina góða viku er tarvakapping á skránni.
Broyttur býur
2. p ætlar sær at vitja ymisk kend støð í New York, og nógv av hesum liggja á Manhattan, har eisini World Trade Center liggur.
Mikumorgunin kallaðu fólk hjá sjónvarpsrásini CNN Manhattan fyri eitt krígsøki, og tað er tað júst í yvirgangsrakta økinum, at HF-flokkurin skal halda til í meira enn eina viku.
? Tað verður neyvan sami býurin, sum vit æltaðu okkum til, sum vit nú koma við. Hesar øðiligu hendingarnar hava uttan iva broytt býin, heldur Jákup Michaelsen.
? Vit hava tosað um ferðina í dag, og hóast fólk eru illa við av hendingunum, so ætla øll sær avstað.
Jákup helt fyrst, at talan var um skemt, tá onkur ringdi til hann og greiddi honum frá, hvat var hent í New York.
? Men hetta vísti seg at verða óhugnaligi veruleikin, og hóast tað er ávísur spenningur í at fylgja við, so er hetta ræðuligt, sigur hann.