Ordiligt stand-up

Norskt, fúlt og ógvuliga stuttligt stand-up show í Norðurlandahúsinum

UMMÆLI

Tað snúði seg um muslimar, perkarar, jomfrúhind, forhúð, kynsgøgn, endatarmar, Norra og nógv annað, sum eitt stand-up show vanliga hevur at bjóða.
Stand-up er eftir øllum at døma vorðin til listagrein í Føroyum, tá tað er ein norskur pakistanari sum Shabana Rheman, ið framførir. Hetta er nú nóg gott til hægsta listarliga tind á Føroya landi, Listastevnuna. Tú fært varhugan av, at tað á ein ella skal rættvísgerast, at tú tekur nakað við, sum í roynd og veru fyri tað nógva er fúlt undirhald. Men hetta er nakað fólki dámar. Og í hesum ummælinum halda vit, at tað er júst tað Listastevnan vantar ? tað fólksliga. Stevnan er í so nógv stongd inni í Norðurlandahúsinum og ikki ein partur av dagligdegnum og dagliga prátinum hjá fólki. Tómu stólarnir til flest øll tiltøk bera boð um eina fjarstøðu millum fasta og mentaða kompaníið í norðurlendska húsinum og lívið uttanfyri.
Hóskvøldið var tað stuttligt ? ordiliga stuttligt. Hóast tilstaðar var tann heilt feiti boðskapurin var so sum so at fáa eyga á, men tað var stuttligt. Tað var rátt við dagligum slang máli, sum er ein stórur partur av stílinum.
Í Føroyum eru næstan eingir perkarar, men vit flenna allíkavæl eftir øllum vittigheitunum um teir. Soleiðis tók ein áhoyrari til, og tað er væl eisini kjarnin í øllum hesum við skemti og stand-up. Tú mást á ein ella kunna kenna teg aftur í tí, tú skal flenna at. Men at skilja, hví tey í einum parti av Norra eru meira hetta ella hatta enn hini, var í støðum heldur torført. Men perkararsøgurnar nýttu tey í salinum.
Og sum ofta til tílík show fekk eisini ein ávísur áskoðari, sum er so óheppin at siga í fremstu røðunum, toyggið frá Shabanu ? meira enn eina ferð. Til síðst varð hesin eisini drigin upp á palli, har hann og Shabana endaðu undir muslimska klædnabúnanum - ?burka?. Eisini dugdi hon væl at gera gjøldur burturúr sær sjálvum, sum ikki minst er vanligt í stand-up. Tað er eitt sindur ringt at siga frá øllum, tí skemti riggar nú betri á palli enn á prenti. Og avgjørt kundi stand-up verið áhugavert at síggja meira til.
Fyri 225 krónur vilja vit eisini flenna, og tað gjørdu tey flestu nógv, men kortini 225 ferðir ella líkavið. Tí ikki toppkarakter ella hábærslig lýsingarorð. List ella ikki list, so var tað stand-up, sum tað eigur at vera.