Tað er ein heilt ófatiligur sorgarleikur, ið hevur rakt Svøríki við morðinum á Onnu Lindh. Hetta er ein persónligur sorgarleikir fyri mann og synir. Hetta er ein politiskur sorgarleikur fyri fólkaræðið. Drápið er annað álopið á ta sermerktu politisku skipan, sum vit í umleið hundrað ár hava havt í Norðurlondum. Fyrra álopi var Palmemorðið, sum ikki varð uppklárað.
Henda politiska skipan, sum byggir á álit og opinleika, altjóða solidaritet og dirvi til á uttanríkspolitiska pallinum at seta seg upp ímóti harðræðisligum politiskum atburði uttan mun til, hvaðan hesin atburður kom. Hendan skipan er einastandandi í øllum heiminum, og svenski javnaðarflokkurin hevur í heila øld verið heitasti talsmaður fyri júst hesari skipan við opinleika og áliti. Anna Lindh var sannførd talskvinna fyri hesi skipan. Hon førdi uttan at himprast linjuna hjá Erlander og Palme víðari. Men hon megnaði meira enn tað, hon megnaði at nútímansgera svenskan uttanríkispolitikk og hon megnaði at tilføra Europa eina sterka sosiala og solidariska dimensión. Solidariteturin skudi ikki bert venda inneftir í EU men eisini úteftir mótvegis Triðja Heiminum.Anna Lindh segði frá, uttan mun til hvør móttakarin var og hon lat seg hvørki kúga av USA ella av nøkrum av teimum meria ella minni ivasomu monnunum, sum standa á odda í ávísum EU londum.
Anna Lindh hevði stórar, bjartar og djarvar visiónir fyri Svøríki, ikki bert á uttanríkispolitiska økinum, men eisini á innanríkispolitiska økinum. Hon helt trúføst fast um tær upprunaligu sosialdemokratisku hugsjónirnar, samstundis sum hon hevði evnini til at tillaga hesar hugsjónir til nútíðarsamfelagið. Hetta var kanska ein orsøkin til ta mangan hatsku og bondsku skriving móti hennara persóni og móti hennara sjónarmiðum og hugsjónum. Anna Lindh hevði havt ivaleyst eina stóra framtíð heima í Svøríki so væl sum uttanlands, um henni hevði verið lív lagað.
Anna Lindh var sterk, klók og djørv, viljaføst og sum menniskja var hon sermerkt í orðsins mest positiva týdningi. Hon hoyrdi til ein bólk av trúgvum og heitum Føroyavinum í svenska javnaðarflokkinum. Anna Lindh vitjaði sum ung í Føroyum, har hon átti góðar vinir serstakliga í tí SU-umhvørvi, ið var politiskt sera virkið og livandi í sjeyti og í áttatiárunum. Hon verður nógv saknað á politiska leikpallinum tað veri seg heima í Svøríki eins væl og á altjóða støði. Maður og synir hava mist eina góða konu og eina góða og fyrimyndarliga móðir. Svøríki og Norðanlond hava mist ein dugnaligan politikara og eitt stórt og gott menniskja.
Sosialurin