SJÚKRAHÚS
Fyri einum góðum ári síðani varð semju gjørd millum sjúkrasystrarnar á B6 og leiðsluna á Landssjúkrahúsinum. Áðrenn semjuna vóru sjúkrasystrarnar á B6 ovast á breddanum í at kalla øllum fjølmiðlum, tá tær mestsum allar søgdu seg úr starvi, tí arbeiði hjá teimum kendist alt ov møtumikið, og kreftirnar vóru brúktar upp.
Í kjalarvørrinum á hesari ósemjuni valdi leiðslan á Landssjúkrahúsinum at seta eina kanning í verk. Kanningin ? óheft ? skuldi siga leiðsluni nærri um støðuna á sjúkrahúsinum. DSI (Dansk Institut for Sunhedsvæsen) hevur staðið fyri kanningini. Kanningin skuldi siga nakað um røktaruppgávurnar og starvsfólkanýtsluna á Landssjúkrahúsinum. Tríggjar medisinskar deildir vórðu umrøddar í frágreiðingini, t.e. B6, B8 og E2/E3. Eisini varð samanborið við sjúkrahús í Sønderborg og Svendborg.
Ambulant
Í frágreiðingini eru ymsar niðrustøður. Ein er soljóðandi:
?Røktaruppgávurnar verða fakliga loystar eins væl á Landssjúkrahúsinum, sum á teimum donsku sjúkrahúsunum. Mannagongdirnar eru sum heild væl gjøgnumhugsaðar. Samanborið við hini sjúkrahúsini (Svendborg og Sønberborg, blðm.), so liggja sjúklingarnir inni í longri tíð á Landssjúkrahúsinum, men tað eru góðir møguleikar fyri at fremja umleggingar, so fleir sjúklingar kunnu verða viðgjørdir uttan innlegging. Sum heild eru fysisku karmarnir ikki góðir og tørvurin á nýggjari útgerð er stórur, stendur at lesa í frágreiðingini.
Tá tosað verður umleggingar, so verður hugsað um umleggingar frá innleggjan til ambulantan viðgerð.
Anni Ankjær, sum umboðaði DSI á tíðindafundi fríggjamorgunin, segði, at júst hetta við ambulantari viðgerð var stóri munurin á Landssjúkrahúsinum og øðrum donskum sjúkrahúsum.
Frágreiðingin sigur eisini, at á tveimum deildum eru ov fá starvsfólk. Eisini verður sagt, at fíggjarstýringin er ikki nóg góð.
Leiðslutrupulleiki
Skiftandi leiðslan og vantandi støðutakan hevur eisini verið ein trupulleiki hjá Landssjúkrahúsinum, sambært DSI.
Núverandi leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur tó góðar vónir til, at hendan frágreiðing fer at geva positiv úrslit.
?Vit eru sera fegin um hesa frágreiðingina. Hon fær ikki loyvi til at savna støv. Í henni eru fjúrtan góð tilmæli, sum vit ætla okkum undir at seta í verk. Summi kunnu eisini gerast uttan øktan fíggjarkapasitet, sigur Poul Geert Hansen, sjúkrahússtjóri.
Sjúkrahúsleiðslan fer í næstum at seta fleiri bólkar at arbeiða við betringum, sum eru tilmælt í frágreiðingini. Okkurt verður longu sett í verk við ársbyrjan 2003.
?Umleggingarnar fara at krevja tíð og pengar. Vit mugu eisini í framtíðini tillaga okkum eftir teimum pengum, vit fáa játtaðar, sigur Poul Geert Hansen.