Men at ein nýsettur kommunulækni skal hava tann møguleikan framum aðrar at flyta inn í spildurnýggj høli í Gundadali, helt eg, vera sera løgið.
Sjálvandi skulu høli verða tøk til allar kommunulæknar, og ein 9. kann ikki koma uppá tal, fyrr enn 9 høli eru tøk. Tað sigur seg sjálvt. Vit kunnu ikki hava níggju kommunulæknar, og bert 8 viðtaluhølir! Tað var eisini kravið frá landsstýrinum.
Og sjálvandi kann ein 9. kommunulækni ikki byrja í starvinum fyrr enn vitaluhølini eru liðug, men harfyri stendur onga staðni, at tey júst eru ætlað til tann nýggjasta kommunulæknan.
Í uppskotinum til innstilling, sum tú Elin, nevnir, stendur »...soleiðis, at læknin kann byrja, samstundis sum viðtaluhølini eru liðug«.
Sjálvandi.
Hann kann ikki byrja fyrr enn læknahølini eru liðug. Tí áðrenn læknahøli eru tøk at rúma øllum okkara kommunulæknum, kann ein nýggjur ikki byrja. Tað sigur seg sjálvt.
Men tað stendur ongastaðni, at nýsetti kommunulæknin skal flyta inn í læknamistøðina í Gundadali.
Einki er til hindurs fyri, at ein av verandi kommunulæknunum seinastu fimm árini, og við um 1200 klientum, fær nýggjastu hølini, og hin nýsetti, í hesum førinum hin níggjundi, flytir inn í nýístandsettu læknahølini í J. Paturssonargøtu.
Hesa avgerð, sum ein meiriluti í Sosialu nevnd samtykti á fundi 18. september í ár, kundi bæði nýsetti læknin og onnur fingið at vita alt fyri eitt, men av tí at minnilutin í nevndini, Elin Lindenskov og Hildur Eyðunsdóttir, vildu hava málið fyri býráðið, kom málið ikki fyri har fyrr enn á fyrsta býráðsfundi eftir hesa avgerð, og har samstykt av samgonguni. Og tað var 4. oktober, fýra dagar eftir, at læknahølini skuldu verði liðug.
Tey eru framvegis ikki liðug.
Leggjast kann aftrat, at tann vend, málið nú hevur fingið, snýr seg ikki um læknahølini, men parkeringsviðurskiftini, sum ikki eru av teimum bestu í J. Paturssonargøtu. Men tað hevur deild hjá kommununi fingið boð um at víðka, so tey verða meiri hóskandi til viðtaluviðurskiftini hjá nýggja kommunulæknanum, sum vit samstundis ynskja hjartaliga vælkomnum til Tórshavnar Kommunu.
Vit hava rættiliga nógv brúk fyri hesum lækna í kommunu okkara, og vóna, at tað ikki gongur alt ov long tíð, til fleiri kommunulæknar verða settir her. Tí níggju kommunulæknar eru ikki nøktandi tal til eina so stóra kommunu sum okkara, ið telur yvir 18.000 íbúgvar.