verið so høgt í mars mánað sum í ár Í mars mánaði í ár vóru tað samanlagt 25.491 løntakarar í Føroyum. Hyggja vit aftur til 1990, so hava tað í tíðarskeiðnum ikki áður verið so nógvir løntakarar í mars mánaði [...] mánaði. Í mun til mars 2006 eru tað 737 ella sløk 3% fleiri løntakarar í mars mánaði í ár. Verður hugt eftir teimum ymsu vinnugreinunum sæst, at vøkstur er í øllum uttan í fiskavinnu o.a. ráevninsvinnu. Her [...] staðfestast ein minking uppá 229 løntakarar, í mun til mars mánað 2006. Størstur vøkstur í tali er innan privatar tænastuvinnur, har 382 fleiri vóru í vinnu. Í prosentum er vøksturin størstur innan byggivinnu
dagsins ljós. Heitið á heimasíðuni er KAOS.fo, og høvuðsendamálið við heimasíðuni er at lýsa mótan í Føroyum og uttanlands Heimasíðan hevur eitt sera nútímans snið, og eftir øllum at døma hevur hon allar
2800 tons í Barentshavinum, hin grønlendski trolarin, sum hevur kvotu í Barentshavinum er Sisimiut, teir landaðu í Kollafirði fyri góðari viku síðan. Polar Princess hevur í ár gjørt tveir túrar í Barentshavinum [...] teir byrjaðu fyrra túrin 15. januar og seinna túrin fóru teir úr Føroyum 12. mars, teir hava 630 tons í flaki, sum í morgin verða løgd upp í Kollafirði. Manningin telur 34 mans, harav eru 10 føroyingar, skipari [...] Polar Princess kom á Havnina tíðliga í morgun, teir hava verið til fiskiskap í Barentshavinum. Polar Princess hevur fiskað kvotuna upp í Barentshavinum, kvotan er tilsamans uml. 1400 tons. Grønlendingar
Fyrstu 10 mánaðarnar í ár er fólkatalið økt við 299 fólkum. tað búgva nú 48690 fólk í Føroyum. Størst er økingin í Streymoyar Sýslu, har talið er økt við 183 fólkum, næststørsta økingin er í Eysturoyar Sýslu [...] økt við 106 fólkum, fólkatalið í Vága Sýslu økist eisini, har er økingin 58 fólk fyrstu 10 mánaðarnar í ár. Í Norðoyar Sýslu er ein lítil afturgongd, afturgongdin er 5 fólk. Í Sandoyar Sýslu er eisini ein [...] ein lítil afturgongd, afturgongdin er 9 fólk í Suðuroyar Sýalu er afturgongdin 34 fólk fyrstu 10 mánaðarnar í ár. Fólkatalið seinast í oktober: Norðoya sýsla............ 5.976 Eysturoya sýsla......... 10
bankatrygd í sambandi við illgrunan um ólógligan fiskiskap á Íslandsrygginum. Trygdin er ein millión krónur. Vesturleiki, sum eisini verður kannaður, hevur sett hálva aðru millión í reiðum peningi í trygd. [...] væntandi verða kanningarnar lidnar og ákærurit skrivað í vár. -Málini verða ikki avgjørd við sektaruppskoti, tí hetta eru fyrstu mál av sínum slagi í Føroyum, sigur Linda Hesselberg, ákæri, við Kringvarpið.
hevur verið við at savna filmstilfar, at siga frá um arbeiðið. Filmurin lýsir seinastu 100 árini í Føroyum gjøgnum gerandisupplivingar hjá føroyingum. Heitt hevur verið á øll um at koma við gomlum filmsupptøkum [...] úrval av fangandi og sjálvstøðugum søgum, ið hava upptikið fólk og havt týdning fyri, hvussu vit liva í dag.
Eftir 1. hálvleik í Mandena í Italia er støðan 3-0 til italsku heimsmeistararnar, sum hava vitjan av Føroyum. Italia setti hol á eftir tíggju minuttir. Eftir flatt innlegg úr vinstru var Fróði Benjaminsen [...] 3-0. Ofta - eitt nú í sambandi við triðja málið - var føroyska verjan víðopin, tá ið bólturin varð mistur í lættari støðu fram eftir vøllinum. Føroyar hava havt einstakar royndir í 1. hálvleiki. Bestu [...] Benjaminsen so óheppin, at hann beindi bóltin í málið aftanfyri Jákup Mikkelsen. Tíggju minuttir undan steðginum var fagnaðurin ovurstórur, tá ið tann lokali Luca Toni eftir innlegg úr vinstru skoraði til 2-0
góðveðri í Klaksvík, fríggjakvøld spældu Scorpions til størstu konsert í Føroyum nakrantíð, og leygardag mátti festivalurin steðgast orsaka av stormi. Eftir festivalin var ógreitt, hvussu støðan hjá festivalinum [...] hildin í døgunum frá 7. til 10. august, og mikudagin 12. desember byrjar forsølan til festivalin Summar Festivalurin 2007 var ein serstakur festivalur. Hóskvøld hugnaðu fleiri túsund fólk sær í góðveðri [...] av fyriskiparunum. Mikudagin verða vikuskiftispassini til Summar Festivalin 2008 sett til sølu, og í desember verða passini seld fyri serligan prís.
Mánadagin upp í hvassan vind av útsynningi, týsdagin minni vindur av vestri. Yvirhøvur turt og sólglottar, men mjørkaflókar. Hitin millum 8 og 12 stig. Í gjár: Eitt djúpt lágtrýst, 968 hPa. í Grønlandsfjørðinum [...] ørðinum fer í landnyrðing og grynnist. Brúgvalagið yvir Føroyum fer eystureftir. Eitt annað lágtrýst, 975 hPa. við Flemish Cap fer móti Grønæandsfjørðinum og dýpist. Í dag: Djúpa lágtrýstið eystan fyri [...] leygardagin: Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, seinnapartin nakað minni vindur. Stundum regn ella mjørki og hitin millum 10 og 13 stig. Veðrið sunnudagin: Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og
Jansson kom til Føroya í gjár. Hann skal vitja her til 16. oktober. Á ferð síni í Føroyum fer álendski løgmaðurin at hitta umboð fyri almennar myndugleikar, stovnar og vinnulív. Í gjár hitti álendski løgmaður [...] løgmaður Anfinn Kallsberg, løgmaður og umboð fyri landsstýrið. Í gjárkvøldið var samkoma í Kirkjubø, har hjúnini Páll og Sólvá Patursson tóku ímóti. Í dag verður farið at vitja vinnulívsfyritøkur. Vitjað verður [...] Havsbrún, Vónini, Tøting og Bakkafrost. Gøtu kirkja og fornminnissavnið í Gøtu eru eisini á skránni. Um kvøldið verður døgurði í Stokkastovuni. Hósdagin verður vitjað á oljufyrisitingin, har Eyðun Elttør