Føroyskar søgur í Klaksvík

Norðoyingar fáa nú møguleika at síggja brot burtur úr filmssavninum »Føroyskar søgur ? upplivingar úr gerandisdegnum«. Hetta verður á Klaksvíkar bókasavni mánakvøldið Komandi mánakvøld klokkan 19.30 verða brot úr nýggja filminum »Føroyskar søgur ? upplivingar úr gerandisdegnum« at síggja á Klaksvíkar bókasavni. Eisini fer Uni Leitisstein Hansen, sum hevur verið við at savna filmstilfar, at siga frá um arbeiðið.

Filmurin lýsir seinastu 100 árini í Føroyum gjøgnum gerandisupplivingar hjá føroyingum. Heitt hevur verið á øll um at koma við gomlum filmsupptøkum, ið kunnu varpa ljós á søgu okkara, og áhugin hevur verið stórur.

Fleiri hundraðtals filmsrullur eru savnaðar inn. Burtur úr hesum rúgvusmikla tilfari er gjørt eitt úrval av fangandi og sjálvstøðugum søgum, ið hava upptikið fólk og havt týdning fyri, hvussu vit liva í dag.