Brestir og Vesturleiki skulu í rættin

Málið um fiskiskapin hjá trolarunum Bresti og Vesturleika á íslendska markinum verður ikki avgreitt við sektaruppskoti Reiðaríið hjá trolaranum Bresti hevur nú eisini veitt bankatrygd í sambandi við illgrunan um ólógligan fiskiskap á Íslandsrygginum. Trygdin er ein millión krónur. Vesturleiki, sum eisini verður kannaður, hevur sett hálva aðru millión í reiðum peningi í trygd.

Tað sigur útvarpið hjá Kringvarpinum.

Sterkur illgruni er um, at trolararnir javnan hava sløkt fylgisveinaútgerðina, so fiskiveiðueftirlitini ikki sóu, hvar teir vóru. Politiið kannar málið, og væntandi verða kanningarnar lidnar og ákærurit skrivað í vár.

-Málini verða ikki avgjørd við sektaruppskoti, tí hetta eru fyrstu mál av sínum slagi í Føroyum, sigur Linda Hesselberg, ákæri, við Kringvarpið. Tí vil fútin hava at vita, hvat rætturin heldur um slíkt.

Kelda: Kringvarpið