Summar Festivalurin 2008 verður hildin í døgunum frá 7. til 10. august, og mikudagin 12. desember byrjar forsølan til festivalin Summar Festivalurin 2007 var ein serstakur festivalur. Hóskvøld hugnaðu fleiri túsund fólk sær í góðveðri í Klaksvík, fríggjakvøld spældu Scorpions til størstu konsert í Føroyum nakrantíð, og leygardag mátti festivalurin steðgast orsaka av stormi.
Eftir festivalin var ógreitt, hvussu støðan hjá festivalinum var, men fyrireikararnir hava avgjørt at taka eitt tørn afturat.
- Stuðlarnir hjá okkum eru klárir at bakka upp, og vit hava eisini fingið nógvar áheitanir frá fólki um at halda fram, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyriskiparunum.
Mikudagin verða vikuskiftispassini til Summar Festivalin 2008 sett til sølu, og í desember verða passini seld fyri serligan prís.