Roger Jansson kom til Føroya í gjár. Hann skal vitja her til 16. oktober. Á ferð síni í Føroyum fer álendski løgmaðurin at hitta umboð fyri almennar myndugleikar, stovnar og vinnulív.
Í gjár hitti álendski løgmaður Anfinn Kallsberg, løgmaður og umboð fyri landsstýrið. Í gjárkvøldið var samkoma í Kirkjubø, har hjúnini Páll og Sólvá Patursson tóku ímóti.
Í dag verður farið at vitja vinnulívsfyritøkur. Vitjað verður á Havsbrún, Vónini, Tøting og Bakkafrost.
Gøtu kirkja og fornminnissavnið í Gøtu eru eisini á skránni. Um kvøldið verður døgurði í Stokkastovuni.
Hósdagin verður vitjað á oljufyrisitingin, har Eyðun Elttør, landsstýrismaður tekur ímóti. Eftir fer álendski løgmaðurin at støkka inn á gólvið í løgtinginum.
Síðani verður vitjað á Fornminnissavninum og Listaskálanum.
Roger Jansson fer heimaftur fríggjadagin.