Løgreglan steðgaði fyrrapartin í gjár tveimum bilførarum í Klaksvík, sum ikki sótu í trygdarbelti. Teir fáa bót fyri tað.
Um middagsleitið hjá løgreglan ferðkanningar í Norðoyartunilinum og beint uttan fyri tunnilin á Borðoynni. Har vóru tríggir bilførarar tiknir. Teir fáa bót fyri at koyra ávikavist 98 km um tíman, 97 km um tíman og 94 km um tíman.
Annars sigur løgreglan, at tað hevur verið sera friðarligt í býnum í nátt, so har er einki at skriva heim um, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.