Fleiri løntakarar - uttan í fiskivinnuni

Í mars mánað í ár vóru tað samanlagt 25.491 løntakarar í Føroyum. So nógvir løntakarar hava ikki verið í mars mánað síðani 1990, sigur Hagstova Føroya Í mun til mars 2006 eru tað 737 ella sløk 3 prosent fleiri løntakarar í mars mánaði í ár.

Í sambandi við ymsu vinnugreinirnar er vøkstur í øllum vinnugreinum uttan í fiskavinnu o.a. ráevninsvinnu. Her er ein minking uppá 229 løntakarar, í mun til mars mánað 2006. Størsti vøksturin í tali er innan privatar tænastuvinnur har 382 fleiri vóru í vinnu. Í prosentum er vøksturin størstur innan byggivinnu o.a. tilvirking, har munurin er sløk 8 prosent, sigur Hagstova Føroya.