Polar Princess kom á Havnina tíðliga í morgun, teir hava verið til fiskiskap í Barentshavinum. Polar Princess hevur fiskað kvotuna upp í Barentshavinum, kvotan er tilsamans uml. 1400 tons.
Grønlendingar hava tilsamans loyvi at fiska 2800 tons í Barentshavinum, hin grønlendski trolarin, sum hevur kvotu í Barentshavinum er Sisimiut, teir landaðu í Kollafirði fyri góðari viku síðan.
Polar Princess hevur í ár gjørt tveir túrar í Barentshavinum, teir byrjaðu fyrra túrin 15. januar og seinna túrin fóru teir úr Føroyum 12. mars, teir hava 630 tons í flaki, sum í morgin verða løgd upp í Kollafirði.
Manningin telur 34 mans, harav eru 10 føroyingar, skipari er Leivur á Rógvi úr Vestmanna.
Polar Princess fer nýggjan túr í annakvøld, tá verður farið á svartkalvaveiðu við Eysturgrønland.