Stór mótbrekka í Italia

Eftir 1. hálvleik í Mandena í Italia er støðan 3-0 til italsku heimsmeistararnar, sum hava vitjan av Føroyum.

Italia setti hol á eftir tíggju minuttir. Eftir flatt innlegg úr vinstru var Fróði Benjaminsen so óheppin, at hann beindi bóltin í málið aftanfyri Jákup Mikkelsen.

Tíggju minuttir undan steðginum var fagnaðurin ovurstórur, tá ið tann lokali Luca Toni eftir innlegg úr vinstru skoraði til 2-0.´

Fýra minuttir undan steðginum skoraði Giorgio Chiellini við rimmar langskoti til 3-0.

Ofta - eitt nú í sambandi við triðja málið - var føroyska verjan víðopin, tá ið bólturin varð mistur í lættari støðu fram eftir vøllinum.

Føroyar hava havt einstakar royndir í 1. hálvleiki. Bestu royndina hevði Súni Olsen, men bólturin smeyg sær dygst framvið samankomingini.