Celtic skal verða sinnað at gjalda Owen nógvar pengar fyri hvønn dyst hann spælir, og fyri hvørt mál hann skjýtur. Men næstu vikuna hevur Owen úr at gera við at hugsa um at bjarga Newcastle lívinum í
víst á, at landsstýrismaðurin í innlendismálum fram til 2007 hevði fría heimatelefon. Eftir at grannskoðanin hevði gjørt var við hetta, tosaði Innlendismálaráðið við TAKS, og har vóru boðini, at landsstýrismenn [...] borgarar í landinum. Ráðið sigur seg hava tikið boðini til eftirtektar, og koma landsstýrismenn ikki at hava fría heimatelefon í framtíðini.
sjónvarpið sigur, at fyrrverandi forsætisráðharrin Benazir Bhutto doyði í einari sjálvmorðsbumbuatsókn í dag Benazir Bhutto var á einum valfundi í býnum Rawalpindi, tá hon doyði. Eygnavitni siga, at tey hoyrdu [...] mitt í mannamúgvuni. Pakistanska løgreglan sigur, at tað er ógreitt, um Benazir Bhutto doyði av skotum ella bumbuspreingingini. Tíðindastovurnar skriva, at millum 15 og 20 fólk doyðu í atsóknini.
Ymiskir mátar eru at fara inn í eitt nýtt ár, og tað ætla limirnir í samkomuni Filadelfia eisini at gera hesaferð. Tann 1. januar 2008 kl. 01.00, eftir at alt fýrverkið er skotið, verður skipað fyri eini [...] eini lovsangs- og tilbiðjunarløtu. ? Vit ynskja at ganga inn í nýggja árið við tilbiðja og tøkk saman við Honum, sum helt hond sína yvir okkum í tí farna, verður sagt úr samkomuni.
- Tað er ein sannroynd, at aktiviteturin innan byggivinnuna er sera stórur í hesum tíðum. Bygdaráðið metir ikki, at tað er ráðiligt at gera eins stórar íløgur í komandi ári, sum í skjótt farna ári, sigur [...] Skattaprosentið er annars óbroytt, 20,5 og barnafrádrátturin 4000 krónur. Seinnu árini er nógv gjørt fyri at fríðka um bygdirnar í kommununi, og er eisini peningur settur av til hetta í komandi ári.
hevur verið arbeitt við ætlanum um at gera nýggjan leikvøll til Liverpool, men nú eru hesar ætlanir enn einaferð útsettar. Stóra óvissan á fíggjarmarknaðunum hava við sær, at leiðslan í Liverpool hevur lagt [...] bygging av nýggjum leikvølli til viks fyribils. Stjórin í Liverpool, Rick Parry, sigur, at tað er ov trupult at fara undir eina stóra bygging, sum støðan er í búskapinum í løtuni.
Tað ljóðar, at Barrack Obama umhugsar at biðja Hillary Clinton til uttanríkisráðharra Barrack Obama, sum tekur við sum amerikanskur forseti í januar, umhugsar at fáa sær Hillary Clinton, senator til u [...] ráðgevum hjá Obama. Talsfólk hjá Hillary Clinton vilja ikki gera viðmerkingar til tíðindini. Tey siga, at tann komandi forsetin avger, hvørjar ráðharrar hann vil hava.
Lieberman, sum situr í amerikanska umboðsmannatinginum, sigur nú, at hann heldur republikanaran John McCain vera tann rætta mannin at taka við sum forsrti eftir George W. Bush. Joe Lieberman var limur [...] hann stillaði upp ímóti Bush. Nú er Lieberman uttanflokkatingmaður, men hevur valt at styðja John McCain, sum roynir at gerast forsetavalevni hjá republikanska flokkinum.
Danir megnaðu ikki at spæla seg til EM-endaspælið næsta summar, og nú meta teir um møguleikarnar fyri at spæla seg í HM-endaspælið. Í gjár var lutakastið til undankappingina. - Nú hava vit ikki kvalifiserað [...] ferðirnar, og tí skulu vit fara eyðmjúkir undir uppgávuna, men vit skulu eisini trúgva upp á, at tað letur seg gera at vinna bólkin, sigur Morten Olsen, danskur landsliðsvenjari.
“Det gode liv – jagten på lykke” fer kendi danski presturin at hugleiða. Kristina Hestbech er kend frá sjónvarpssendingum í Danmark, umframt at hon hevur verið við í í arbeiðnum hjá eini serligari arbeiðs- [...] familjunevnd hjá donsku stjórnini, og har hevur uppgávan verið at gera tilráðingar um, hvussu arbeiðsmarknaðurin og familjulívið fáast betur at passa saman. Fyrilesturin byrjar mikukvøldið kl. 19.30 í Hoyvíkar