Liverpool leikvøllur bíðar

Í fleiri ár hevur verið arbeitt við ætlanum um at gera nýggjan leikvøll til Liverpool, men nú eru hesar ætlanir enn einaferð útsettar. Stóra óvissan á fíggjarmarknaðunum hava við sær, at leiðslan í Liverpool hevur lagt ætlaninar um bygging av nýggjum leikvølli til viks fyribils. Stjórin í Liverpool, Rick Parry, sigur, at tað er ov trupult at fara undir eina stóra bygging, sum støðan er í búskapinum í løtuni.