Færri íløgur næsta ár

Sørvágur: Hóast skattainntøkan verður mett til 27,1 mió krónur, verða 10 mió færri játtaðar til íløgur í 2008, íalt 13,5 mió.

- Tað er ein sannroynd, at aktiviteturin innan byggivinnuna er sera stórur í hesum tíðum. Bygdaráðið metir ikki, at tað er ráðiligt at gera eins stórar íløgur í komandi ári, sum í skjótt farna ári, sigur Sørvágs kommuna.

Skattaprosentið er annars óbroytt, 20,5 og barnafrádrátturin 4000 krónur.

Seinnu árini er nógv gjørt fyri at fríðka um bygdirnar í kommununi, og er eisini peningur settur av til hetta í komandi ári.