Michael Owen hevur í ár drigist við skaðar og hevur ongantíð av álvara rakt gamla formin og málið, sum hann ynskti. Nú bjóðar Celtic seg fram sum nýtt felag hjá Owen. Celtic skal verða sinnað at gjalda Owen nógvar pengar fyri hvønn dyst hann spælir, og fyri hvørt mál hann skjýtur. Men næstu vikuna hevur Owen úr at gera við at hugsa um at bjarga Newcastle lívinum í Premier League.