Danir megnaðu ikki at spæla seg til EM-endaspælið næsta summar, og nú meta teir um møguleikarnar fyri at spæla seg í HM-endaspælið. Í gjár var lutakastið til undankappingina.
- Nú hava vit ikki kvalifiserað okkum til endaspølini seinastu ferðirnar, og tí skulu vit fara eyðmjúkir undir uppgávuna, men vit skulu eisini trúgva upp á, at tað letur seg gera at vinna bólkin, sigur Morten Olsen, danskur landsliðsvenjari.










