Eisini landsstýrisfólk mugu halda seg til skattareglurnar Í ársfrágreiðingini frá landsgrannskoðanini verður víst á, at landsstýrismaðurin í innlendismálum fram til 2007 hevði fría heimatelefon.
Eftir at grannskoðanin hevði gjørt var við hetta, tosaði Innlendismálaráðið við TAKS, og har vóru boðini, at landsstýrismenn ikki hava seravtalu fram um aðrar borgarar í landinum.
Ráðið sigur seg hava tikið boðini til eftirtektar, og koma landsstýrismenn ikki at hava fría heimatelefon í framtíðini.