Hillary kanska uttanríkisráðharri

Tað ljóðar, at Barrack Obama umhugsar at biðja Hillary Clinton til uttanríkisráðharra Barrack Obama, sum tekur við sum amerikanskur forseti í januar, umhugsar at fáa sær Hillary Clinton, senator til uttanríkisráðharra.

Tað sigur sjónvarpsstøðin NBC, sum sigur seg hava tíðindini frá tveimum ónevndum ráðgevum hjá Obama.

Talsfólk hjá Hillary Clinton vilja ikki gera viðmerkingar til tíðindini. Tey siga, at tann komandi forsetin avger, hvørjar ráðharrar hann vil hava.