Undir evninum “Det gode liv – jagten på lykke” fer kendi danski presturin at hugleiða. Kristina Hestbech er kend frá sjónvarpssendingum í Danmark, umframt at hon hevur verið við í í arbeiðnum hjá eini serligari arbeiðs- og familjunevnd hjá donsku stjórnini, og har hevur uppgávan verið at gera tilráðingar um, hvussu arbeiðsmarknaðurin og familjulívið fáast betur at passa saman. Fyrilesturin byrjar mikukvøldið kl. 19.30 í Hoyvíkar kirkjuni.










