tvíhús við Garðavegin hava staðið í gerð í eina tíð nú. Stórur partur av grundini er stoypt, men arbeiðið hevur ligið stilt síðani í mai mánaði, meðan málið hevur verið til viðgerðar. Í vár byrjaði útgrevsturin [...] vóru eisini borgarstjórin, umboð fyri býráðsumsitingina og byggiharrin. Í slíkum førum hava grannarnir rætt til at viðgera málið í 14 dagar, og hendan rættin ynsktu tey at halda fast við. Aftan á 13 dagar [...] framvegis til viðgerðar í Innlendismálaráðnum, sum sostatt tann 23. juli kom við einum úrskurði, har byggiloyvið varð ógildað. Í niðurstøðuni frá Innlendismálaráðnum stóð millum annað: At ráðið hevði tikið
nevndin í felagnum fer nú at arbeiða við møguleikum um at læna ein annan bát. Hann veit, at tað møguliga kann standa teimum í boði at rógva í einum nýggjari báti til stevnurnar og so bara venja í einum gomlum [...] tað kanst tú ætla. Báturin var spildurnýggjur, og vit hava bert vant í honum. Hann var eingongd ikki ordiliga klárur. Har manglaðu fótalunnar og annað framvegis, greiðir Jens Kristjan frá. Tosaðu um tað [...] n, verður sagt. ? Tað er sjálvandi sera harmiligt, tí fleiri av okkum hava tosað um, at hetta nú skuldi verða okkara seinasta ár í kappróðri. Og so við nýggjum báti afturat, men tað bleiv av ongum, sigur
okkum í ein sáttmála, at vit ikki hava fullveldi , tí so verður enn torførari at røkka á mál í sjálvstýrismálum. Vit hava eisini ásannað, at ST er ikki til at spæla við( Norðuratlantsbólkurin verið í New [...] praktisku forðingarnar av vegnum. Her sipar formaðurin í Tjóðveldisflokkinum til, at blokkstuðulin er minkaður við einum triðingi í ár og at samgongan arbeiðir í løtuni við at tøma Heimastýrislógina, sum hann [...] ikki, at ætlanin hjá Javnaðarflokkinum kann fremjast í verki. ? Ætlanin hjá Javnaðarflokkinum er ikki annað enn uppskotið, vit samráddust við danir um í 2000. Vit tosaðu eisini um ein frælsan felagsskap við
og hevur verið tað í fleiri mánaðir, so fáa okkara limir minni og minni í innkeypsnetið, tá teir fara til handils, í mun til áðrenn kríggið í Ukraina. Starvsfólk í umsorganargeiranum eru ikki tey við teimum [...] nýggja semju 23. feb í ár, also beint áðrenn kríggið. Verðin er ein onnur í dag og eingin kennir morgindagin. Tað er torført at spáa um framtíðina og hendan støðan vit øll eru komin í, men sum summi merkja [...] kennur mein í annans bein Vit sum varða av limum/starvsfólkum í umsorganargeiranum, mugu gera vart við okkum, um tær ógvusligu príshækkingar ið skola innyvir okkum. Hetta er størsta príshækkingin í eitt mannaminni
raksturin. Vágs Kommuna fer í 2024 at gera íløgur fyri 5,195 mió. kr. Nakrar av íløgunum sum verða gjørdar í Vágs Kommunu eru hesar: Fyrr í ár byrjaði arbeiði at gera gamla svimjihylin í Vágs skúla til eitt [...] er eisini settur av til dagføringar av kloakkum í bygdini. Fyrr í ár keypti Vágs Kommuna bygningin sum umsitingin situr í frá Mentamálaráðnum. Komandi ár er peningur settur av til at skifta vindeyguni og [...] mió kr. hægri í 2024, í mun til 2023. Skattalættin og barnafrádrátturin kostar áleið 0,5 mió kr. Bjarni Johansen, borgarstjóri gleðist um, at okur í 2024 kunnu aftur lætta um hjá borgarum í Vágs kommunu
hann álitismaður. Hansara orð høvdu vekt. Í nógv ár var Óli formaður í lærararáðnum og seinni skrivari í námsfrøðiliga ráðnum í Hvalbiar skúla. Hann var skrivari í Hvalbiar kommunu frá 1986 . Við hesum starvinum [...] Djurhuus úr Sumba og Dánjal Jákup Berg úr Nesi í Hvalba. Óli vaks upp í Nesi. Har gekk hann eisini í skúla fyrstu árini av síni skúlatíð og í 6. og 7. flokk í Hvalbiar skúla. So gekk leiðin víðari. Fyrst [...] tók realprógv í 1969. Sum so mangur unglingi á bygd tá í tíðini, fór Óli til skips nøkur ár, men hóast honum dámdi sjólívið, fór hann á Føroya Læraraskúla í 1972, og hagani tók hann prógv í 1977. Óli arbeiddi
livir í eini 15 ár, um hon hevur tað gott, hon skal ikki skiftast út annað hvørt ár. Heimleysar kettur kunnu ikki yvirliva leingi í nattúruni í Føroyum, men tey fólk, ið seta kettlingar við, hava ein t [...] er ljós á litið, so fuglarnir síggja hana. Vilt tú hava fuglalív í garðinum, mást tú planta trø, so fuglarnir hava nakað at hoppa runt í og krógva seg í. Um ein fremmand ketta kemur inn um, mást tú jagstra [...] 500 smáfuglar í yngliperioduni, tað eru einar 5-6 um dagin, pluss tað hann sjálvur skal liva av. Tað merkir at 10 høsnaheykar skulu hava minst 5.000 smáfuglar, 100 høsnaheykar skulu hava minst 50.000 smáfuglar
krabbameinssjúkan gjørt um seg í familiuni. Fyrst fór systirin Oddvør 42 ár, síðani sonurin Bergur 34 ár og tvey ár seinni fosturdóttirin hjá Bergi bert 22 ár og síðani pápi okkara í 2003 av hesi herviligu sjúku [...] virksemi, har hon í nógv ár átti og rak tógv- og handarbeiishandilin Igloo í Tórshavn. Síðani hon fyri fáum árum síani lat frá sær handilin Igloo, hevur hon verið sera virkin í Tilhaldinum í Tórsgøtu, har [...] elski hitt gamla, hitt brimbarda býlið.” Serliga annað ørindi rennur okkum í hug, meðan vit fleiri saman vi tær mamma undir Ólavsøkusanginum á Vaglinum í ár sungu: “Har lærdi meg móðir at fjálga og æra tann
mikla øsing í Danmark í 1976. "Den nødvendige avis" Ekstrablaðið hevur altíð dámt væl at verða í andglettinum og tað hendir javnan, at blaðið er við til at skapa mikla øsing í danska samfelagnum. Í dag kallar [...] elska. Í dag kann danska dagblaðið hátíðarhalda sín100 ára stovningardag. Við fyrrverandi formanninum í Konservativa flokkinum, Hans Engell, á odda er Ekstrablaðið í dag fremsta blaðfyritøka í Danmark [...] blaðfyritøka í danska ríkinum. Kríggj skuldi til Tað var 12.februar í 1904, at fyrsta Ekstrablaðið kom á gøtuna. Tað er synd at siga, at Ekstrablaðið í dag og fyri 100 árum síðan minna um hvørt annað. Fyrsta
Seinastu nógvu ártíggjuni – ja í veruleikanum í longri tíð enn nakar minnist, hevur gongdin í fólkatalinum í Suðuroynni verið skeiva vegin. Fólkatalið í Suðuroynni kom í hæddina í 1921 – fyri umleið 100 árum [...] Føroyafólki búðu í Suðuroynni. Síðan hetta hevur gongdin í fólkatalinum í Suðuroynni øll árini, undantikið okkurt einstakt ár, verið verri enn gongdin í fólkatalinum í Føroyum. Antin hevur fólkatalið í Suðuroynni [...] nnilin fer at taka eini 6-7 ár, so er lítið at ivast í, at vit í hesum tíðarskeiði (frá 2018 til 2029) fara at hava ár við góðari búskapargongd, eins og vit fara at hava ár við minni góðari gongd ella