Marita Hentze Thorsteinsson 80 ár

Tsdagin 21. august fyllir mamma okkara, Marita Hentze Thorsteinsson í

Tórshavn 80 ár.

Mamma er ættað heiman av Sandi, har hon er uppvaksin Uppi í Stovu í Trøðum.  Foreldrini vóru Christ-ian Michael Viderø (1894-1975) og Johannu Karolina Hentze (1897-1987) nevnd Hanna, bæði úr Trøum á Sandi.

Christian Michael var sonur Jacob Michael Viderø (1861-1943) og Onnu

Johanna Kristina Winther (1850-1905) bæi av Sandi. Johanna Karolina var dóttir Johan Michael Hentze (1855-1953) kongs-bónda í Uttastovu og løg-tingsmann og Mariane Peter-sen (1861-1946), ið var av Heygsgarið á Sandi. 


Marita er triðja í røðini av børnunum hjá Kristian og Hannu Uppi í Stovu.

Elst er Hanna (1922), sum giftist vi Henry Andreasen í Klaksvík.

Næstelst ein drongur (1924-1924). Yngst var Oddvør (1933-1975), sum giftist vi Gullbrand Simonsen á Sandi. 


Sum ung spældi mamma hondbólt við Vípuni av Sandi. Hon var eisini við, tá tær gjørdust føroyameistarar í kvinnuhondbólti 1944.

Hennara stóri áhugi fyri tí handaliga gjørdi eisini, at hon seinni fór til

Tvøroyrar at læra at seyma. Hetta er eisini komi okkum børnum sera væl við, tí mamma bæði bant og seymaði alt upp á mongu kropparnar hjá okkum børnum og øðrum við. Tá var tað ikki vanligt at keypa øll klæðir, men gera nyttu burturúr tí, sum var til taks.

 

Meðan hon var á Tvøroyri, kom hon at hitta pápa okkara Georg J. F.

Thorsteinsson (1926-2003) á Brúgv í Trongisvági. Georg var 5. elstur av børnunum hjá Peter Carl Thorsteinsson (1888-1957) nevndur Carl á Brúgv úr Trongisvági og Annu Hammer (1889-1933) av Sevmýru. 


Mamma og pápi giftust í Sands kirkju 11. juli 1948. Tey fingu 6 børn, sum

øll eru fødd í Tórshavn, uttan Hans Arni f. 1949 í Trongisvági, síðani kom

Kári f. 1951, Bergur f. 1953-1987, Heri f. 1955, Randi f. 1958 og Thordur f.

1959. 


Mamma er mest kend innan sítt handaliga virksemi, har hon í nógv ár átti og rak tógv- og handarbeiishandilin Igloo í Tórshavn. Síðani hon fyri fáum árum síani lat frá sær handilin Igloo, hevur hon verið sera virkin í Tilhaldinum í Tórsgøtu, har hon m.a. hevur givið øðrum part í síni vitan innan handaligt virksemi. 


Mótvegis kirkjuni er mamma sera trúgv. Nærum hvønn einasta sunnu- og

høgtíðsdag er hon til guðstænastu í Vesturkirkjuni. 


Sum hjá so mongum familjum hevur krabbameinssjúkan gjørt um seg í

familiuni. Fyrst fór systirin Oddvør 42 ár, síðani sonurin Bergur 34 ár og tvey ár seinni fosturdóttirin hjá Bergi bert 22 ár og síðani pápi okkara í 2003 av hesi herviligu sjúku. 


Tá mótbururin kom til mammu, vaks styrkin og kærleikin til alt tað, ið henni

stóð nær og var henni kært. Soleiðis var hon um pápa allar dagarnir, meðan hann lá sjúkur í heiminum. Tá var eisini gott hjá mammu at hava Randi hjá sær. Tað var ein góð hjálp hjá okkum øllum. 


Góða mamma, vermamma, omma og langomma, takk fyri alt tú er fyri okkum, takk fyri umsorgan og kærleika og at tú altí hevur eitt pláss opið til hvønn okkara. 


Nú mamma fer um tey 80 árini, er tað so mangt vit børn, svigarbørn, ommu- og langommubørn kundi hugsað okkum at borið fram.

Eingin sigur ta' betri enn Hans Dalsgaard vi sanginum “Eg elski hitt gamla,

hitt brimbarda býlið.” Serliga annað ørindi rennur okkum í hug, meðan vit fleiri saman vi tær mamma undir Ólavsøkusanginum á Vaglinum í ár sungu:


“Har lærdi meg móðir at fjálga og æra

tann blett, har eg ljósið av fyrstantíð sá,

har rættsinn og mildi var barndómsins læra,

har lærdi eg alt, sum mítt lív byggir á.”


Hjartaliga tillukku mamma, vermamma, omma og langomma.


Børn, svigarbørn, ommu- og langommubørn