Ein spøk ketta og ein gamal geldur frensur hava tað fínt, tey hava ikki fyri neyðini at verða dripin. Kettufellan bleiv introducerað einaferð, tá har vóru so nógvar heimleysar kettur úti á Reyni. Heimleysar og villar kettur fært tú annars ikki fatur á. At drepa fyri hond er ikki djóravinarligt, tað er óndt. At geva nøkrum premiu fyri at drepa kettur, slíkar tankar kann bert ein sjúkur heili fostra, tað kanst tú ikki meina í álvara, heldur skuldi man givið Djóraverndarfelagnum pengar. Vit eru eitt lítið og fátækt felag, og tá kundu vit hjálpt kettunum, og menn kundu spart rottugiftina, sum rotturnar eftirhondini blíva resistentar ímóti.
Vit liva í einum samfelag, sum er fyri øll, og tíverri sleppa klikkaði fólk, hevði nærsagt fólk, ið hava rottur á loftinum, at útliva sínar sjúkligu tendensir, tí teímum framman undan ikki dáma kettur, eru óvinir við grannan, ið eigur kettuna, ella at børnini inni við síðunar av eru ótululig. Tað býtta er bara tað, at tá hendan kettan er forsvunnin, og fólk ikki vita, hvar hon er blivin av, so fáa tey sær eina aðra kettu, og so melur myllan aftur. Hetta eigur ikki at kunna finna stað. Ein ketta livir í eini 15 ár, um hon hevur tað gott, hon skal ikki skiftast út annað hvørt ár.
Heimleysar kettur kunnu ikki yvirliva leingi í nattúruni í Føroyum, men tey fólk, ið seta kettlingar við, hava ein trupulleika, tá ongin svarar uppá lýsingina um fimm fittar kettlingar, sum bert eru til djóravinir. Tá mugu tey tann tunga vegin til djóralæknan. Tíverri sleppur onkur sær undan, og deilir kettlingar út til fólk, ið faktisk ikki ynskja sær kettu. Enntá setur kettlingarnar útum og billa sær inn, at teir finna nýggj heim, meðan tey sjálvi snorksova víðari. Vit hava nøkur dømi um tað. Kettlingarnar finna onki nýtt heim, teir doyggja um ongin gevur teimum mat. Hevur tú ein frens, skalt tú fáa hann geldan, og hevur tú eina kettu, skalt tú syrgja fyri, at hon ikki fær kettlingar. Operatión er dýr, men tað er tað besta. Vit skulu fram til, at fólk ikki seta kettlingar við, uttan at onkur hevur biðið um ein. Kettur behøvast ikki at vera villar í Føroyum.
At tað eru ketturnar, ið taka allan smáfugl er ikki heilt rætt. Ketturnar fáa helst teir fuglarnar, ið á ein ella annan hátt eru veikir. At ketta og fuglur kunnu liva saman er nokk ein paradisiskur dreymur, men tá tú fært tær kettu, kanst tú velja eina, ið er ljós á litið, so fuglarnir síggja hana. Vilt tú hava fuglalív í garðinum, mást tú planta trø, so fuglarnir hava nakað at hoppa runt í og krógva seg í. Um ein fremmand ketta kemur inn um, mást tú jagstra hana burtur uttan at gera henni skaða.
Smáfuglarnir hava tað ikki lætt, teir eru føði hjá róvfuglunum. Eg havi eitt gamalt útklipp her (Ude og hjemme nr. 34, ár 2000, nú fái eg endiliga brúkt tað), her stendur, at ein høsnaheykahannur (duehøg) tekur 500 smáfuglar í yngliperioduni, tað eru einar 5-6 um dagin, pluss tað hann sjálvur skal liva av. Tað merkir at 10 høsnaheykar skulu hava minst 5.000 smáfuglar, 100 høsnaheykar skulu hava minst 50.000 smáfuglar, nei, nú svimlar....
Um vit seta likkur, krákur og ravnar í staðin fyri høsnaheykar, so er tað knappliga tankavekjandi, og alt tos um kettur tagnar. Kanska onkur kann fortelja mær, hvussu nógvir smáfuglar og dunnuungar standa á hasari kontuni.
Kettan er eitt róvdýr, tað slepst ikki undan, men hon er eisini eitt kelidýr og eitt sovidýr, svevur ella durvar 18 tímar um døgnið.
Djóraverndarfelagið er bert til, tí vit eru nøkur, ið vilja hjálpa djórunum, vilja betra um umstøðurnar, verja tey ímóti djórapínslu, tí tey kunnu jú ikki siga tað sjálvi. Vit hava ov mikið at taka okkum av, vit mangla fólk, ið hava skil fyri at skriva til myndugleikarnar um at broyta lógir, fólk til at skriva til virkir um at fáa pengar... væl at merkja, uttan at fáa eitt oyra afturfyri.
Djóravernd er umfatandi, og ofta hoyrir tú folk siga, at Djóraverndarfelagið átti at gjørt hetta ella gjørt okkurt við hatta. Jú, men djóravernd er ikki bert fyri Djóraverndarfelagið.
P.S. Nú eg eri við tað, skal tað nevnast, at í Nólsoy hava tey ongar rottur og hava ongantíð havt tað, bygdin eg hugsaði um, er ein onnur, eg minnist ikki hvør. Umskylda, nólsoyingar.










