Klaksvíkar býráð virkað í heimildarloysi

Tann 23. juli staðfesti Innlendismálaráðið, at Klaksvíkar Býráð er farið fram í heimildarloysi, tá eitt byggiloyvi til eini tvíhús varð givið í mars mánaði í ár. Hetta hevur ført við sær, at byggiloyvið er ógildað. Kommunan viðurkennir mistakið, meðan ein sera vónbrotin byggiharri stendur í einari dýrari bíðutíð

Klaksvík:
Eini tvíhús við Garðavegin hava staðið í gerð í eina tíð nú. Stórur partur av grundini er stoypt, men arbeiðið hevur ligið stilt síðani í mai mánaði, meðan málið hevur verið til viðgerðar.
Í vár byrjaði útgrevsturin. Grannarnir vendu sær til býráðsumsitingina við fyrispurningi um, hvat talan var um. Svarið staðfesti, at talan var um eini tvíhús, og at frávik var givið til størri ábygging, enn byggisamtyktin ásetur.
Grein 9 stk. 3 í byggisamtyktini áleggur kommununi at senda byggimál, ið hava frávik frá byggisamtyktini, út til grannarnar til hoyringar.
Hesum noktaði býráðsumsitingin fyri, sambært grannum, sum Sosialurin hevur tosað við og segði, at tað hevði ikki verið siðvenja, og at grannarnir bara kundu gloyma alt um at gera nakað við málið.

Kærdu
Hetta vildu grannarnir ikki góðtaka, og tey fóru í holt við at savna undirskriftir inn, samstundis sum ein klaga varð send til Innlendismálaráðið. Grundgevingin var, at frávikið frá byggisamtyktini í hesum málinum var alt ov ógvusligt.
Tá Innlendismálaráðið kom inn í málið, kravdi tað, at kommunan steðgaði byggingini alt fyri eitt, og at ein grannahoyring skuldi verða.
Byggingin varð síðani steðgað, og tekniska nevnd kallaði so grannarnar inn til hoyringar. Grannahoyringar skulu til, tá frávik skulu gerast frá einari byggisamtykt. Tað er tó ikki álagt kommununum at lurta eftir niðurstøðuni frá slíkari hoyring. Men hon skal verða, tá talan er um frávik.Við á fundinum vóru eisini borgarstjórin, umboð fyri býráðsumsitingina og byggiharrin.
Í slíkum førum hava grannarnir rætt til at viðgera málið í 14 dagar, og hendan rættin ynsktu tey at halda fast við.
Aftan á 13 dagar svaraðu grannarnir og hildu fast við, at onki skuldi byggjast á økinum, og í øðrum lagi, at frávik ikki blivu gjørd í mun til byggisamtyktina.
Málið kom so fyri aftur á býráðsfundi, men býráðið valdi at síggja burtur frá áheitanunum frá grannunum og samtykti byggiloyvið á øðrum sinni.

Ógildað byggiloyvi
Men málið var framvegis til viðgerðar í Innlendismálaráðnum, sum sostatt tann 23. juli kom við einum úrskurði, har byggiloyvið varð ógildað.
Í niðurstøðuni frá Innlendismálaráðnum stóð millum annað:
At ráðið hevði tikið avgerð um, at Klaksvíkar kommuna ikki hevur heimild til at taka avgerð um frávik í byggisamtyktini, sum varð samtykt tann 27. januar í ár, og at avgerð er tikin um, at byggiloyvið frá 10. mars 2004 við hesum verður ógildað. Eisini boðaði Innlendismálaráðið frá, at tað ikki gekk umsóknini hjá Klaksvíkar býráð um frávikið á møti.
Grannarnir hava sent skriv til býráðið, har tey heita á, at tað framyvir verða grannahoyringar, tá frávik verða gjørd frá byggisamtyktum, og at tað umrødda matrikulnummarið heldur verður nýtt til parkeringsøki og fríøki.
Hetta halda grannarnir fer at gagna grannalagnum best, og vísa tey til tørvin á parkeringsplássum við Sjómansskúlan.