Hósvíkingur fór í knús

Á vegnum út á Skála til kappróður á fyrsta sinni hendi eitt óhapp, sum hevði við sær, at spildurnýggja seksmannafarið hjá hósvíkingum fór í knús. Tíðindini um óhappið bórust skjótt út á Skála, og mundi tað neyvan vera ein rógvari, sum ikki dugdi at seta seg inn í støðuna hjá manningini á Hósvíkingi hendan dagin

Millum Fjarða beint yvir av innkoyringini til Funningsfjørð tók ein hvirla seksmannafarið Hósvíking og vognin, sum hann stóð væl surraður uppí á, av vegnum. Fylgjurnar vóru ræðuligar fyri teir sjey rógvararnar, sum hava vant nógv og dúgliga seinastu mánaðirnar, felagið og alt sundalagsfólk.
Báturin fór stutt sagt í knús, verður sagt úr Hósvík. Ein av rógvarunum, Jens Kristjan Magnussen sigur, at báturin er farin rættuliga illa. Tey hava verið í sambandi við Sámal Hansen, bátasmið, og hann sigur, at tað neyvan loysir seg at gera hann aftur.
? Hetta er ein dyggur smeitur fyri okkum, tað kanst tú ætla. Báturin var spildurnýggjur, og vit hava bert vant í honum. Hann var eingongd ikki ordiliga klárur. Har manglaðu fótalunnar og annað framvegis, greiðir Jens Kristjan frá.

Tosaðu um tað áðrenn
Jens Kristjan sigur, at onkur hevði tað á munni, áðrenn farið varð úr Hósvík, at bara nú báturin ikki fór at fúka.
? Vit droymdu ikki um, at hatta kundi henda. Hóast tað varð nevnt, áðrenn vit fóru avstað. Men bæði vognur og bátur vóru ov løtt, so hvirlan hon skrykti tey bæði leys av bilinum, langt upp frá og so brast kjølurin niður í, greiðir Jens Kristjan frá.
Nakrir av manningini koyrdu beint aftan fyri, tá óhappið hendi. Jens Kristjan sigur, at ein teirra var róðursmaðurin. Tað var ein stórur skelkur fyri teir at síggja teirra flotta og nýggja seksmannafar verða rykt uppfrá vegnum í einari hvirlu.
Sum skilst gerst báturin helst ikki aftur. Stavnurin har afturi á bátinum er knekkaður, gronin er øll farin sundur, sum hon er og har til hevur kjølurin, har tað brast, eisini fingið skaða. So Jens Kristjan og hinir seks umborð á Hósvíkingi vænta ikki, at hann verður gjørdur aftur. Men tað er ein tryggingarspurningurin, verður sagt.
? Tað er sjálvandi sera harmiligt, tí fleiri av okkum hava tosað um, at hetta nú skuldi verða okkara seinasta ár í kappróðri. Og so við nýggjum báti afturat, men tað bleiv av ongum, sigur hann og leggur afturat, at tíbetur var báturin tryggjaður. Men tað er ikki nakar stórur uggi fyri manningina, sum nú er.

Læna annan bát
Jens Kristjan sigur, at nevndin í felagnum fer nú at arbeiða við møguleikum um at læna ein annan bát. Hann veit, at tað møguliga kann standa teimum í boði at rógva í einum nýggjari báti til stevnurnar og so bara venja í einum gomlum. Men onki er avgjørt enn.
? Hatta er nakað, sum nevndin hjá okkum fer at taka sær av, og so fáa vit at síggja, sigur Jens Kristjan Magnussen, sum saman við hinum báðum kollfirðingunum og teimum fýra hósvíkingunum fyribils er farin aftur á land av venja.