Fiskivinna Tað gongur ikki væl hjá virkisliðnum. Magnus Jespersen, sum er stjóri á trimum fiskavirkjum, Delta Seafood á Tvøroyri og báðum virkjunum hjá Sandoy Seafood í Sandoynni, sigur, at vánalig marknaðarstøða [...] dollari og minni útboð av fiski hava elvt til, at lítil fiskur er arbeiddur á fiskavirkjunum kring landið, síðan verkfallið á privata arbeiðsmarknaðinum var av. Alaska og Kina - Eg vil siga, at tað sær [...] sær dapurt út. Tað loysir seg ikki at arbeiða hýsu, og tað loysir seg ikki at salta upsa. Hann vísir á, at marknaðurin er yvirfyltur við fiski, sum er ringur at selja. - Bíligi upsin úr Alaska og bíligi toskurin
upsi. Á virkinum á Sandi og á Delta Seafood á Tvøroyri verður tann stóri fiskurin flaktur og saltaður, meðan tey í Skopun virka fiskin til flak. Útróðurin - Støðan hevur verið á leið tann saman á øllum [...] Síðan verkfallið á privata arbeiðsmarknaðinum var av, hevur lítið fiskaarbeiði verið á virkjunum hjá Sandoy Seafood í Skopun og á Sandi og tey, sum arbeiða hjá Delta Seafood á Tvøroyri, hava eisini havt [...] havt lítið at gera. Magnus Jespersen, sum er stjóri á hesum trimum virkjunum, sigur, at trolararnir, Nornagestur og Kolumbus, landaðu 200.000 pund á Sandi í síðstu viku. Annars hevur eingin størri landing
Tvøroyrar á fund, so heilsaði forsætisráðharrin upp á fleiri av býráðslimunum á Tvøroyri. Stutt eftir byrjaði fundurin millum Anders Fogh Rasmussen og løgmann, har serliga yvirtøkulógin skuldi var á skránni [...] VITJAN Orð og myndir:Heri á Rógvi Tvøroyri: Beint eftir klokkan tíggju hósmorgunin lendi danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, á tyrlupallinum í Froðba. Við í tyrluni var eisini konan, Anne-Methe [...] var borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen. Konan Joan og lítla dóttirin Haldis vóru eisini komnar at taka ímóti, og Haldis handaði Anne-Mette Rasmussen blómur. Hýrurin var góður á øllum. Bæði fors
Á fundinum á Tvøroyri millum løgmann og forsætisráðharran á Tvøroyri hósdagin, reisti Anfinn Kallsberg spurningin um nógv umrøddu hernaðarlógirnar, sum danska stjórnin hevur sett í verk fyri Føroyar uttan [...] løgtingi. Lógirnar eru brot á eina siðvenju, eru flest øll samd um, og Løgtingið hevur einmælt samtykt at heita á donsku stjórnina um at taka tær av aftur. Men tað kemur ikki upp á tal, slær Anders Fogh Rasmussen [...] skulu viðgera innanhýsis í staðin fyri við meg, segði hann knappur á tíðindafundinum. Anfinn Kallsberg vísti á fundinum við forsætisráðharran á føroysku misnøgdina við, at hernaðarliga óggávan var sett í verk
Stutti fundurin millum leiðararnar fyri ávikavist Føroya landsstýri og donsku stjórnina á býráðsskrivstovuni á Tvøroyri fyrrapartin hósdagin var væleydnaður. Hóast teir bert høvdu tosað saman í minni ein tíma [...] lógargrundarlag, og tað var tilsøgnina um hetta, sum partarnir undirskrivaðu í einari felags yvirlýsing á Tvøroyri. Felags yvirlýsing Føroya løgmaður og danski forsætisráðharrin eru í yvirlýsingini samdir um, at [...] . Um Løgtingið og Fólkatingið samtykkja yvirtøkulógina, verður miðað ímóti, at lógin kemur í gildi á ólavsøku, 29. juli 2004, stendur at enda í yvirlýsingini, sum er undirskrivað av Anfinni Kallsberg,
mest víðgongdu føroyingunum á politiska loysingarvonginum. Jóannes Eidesgaard, formaður í javnaðarflokkinum, heldur, at avtalan um yvirtøkulógina, sum varð undirskrivað á Tvøroyri hósmorgunin, er eitt gott [...] við at í gjáramorgunin hevði hann ikki lisið sáttmálan sjálvur, so hansara viðmerkingar eru bygdar á tað, hann hevur lisið og hoyrt í fjølmiðlunum. ? Eftir tvørasáttmálanum skulu føroyskir og danskir [...] broyta ríkisfelagsskapin. ? Men tað er umráðandi at gera vart við, at øll málsøki vera ikki yvirtikin á Ólavsøku. ? Tað verður altíð Løgtingið, sum ger av, nær vit skulu yvirtaka eitt málsøki og tær avgerðirnar
Fogh Rasmussen og Anfinn Kallsberg skrivaðu undir á Tvøroyri hósmorgunin. ? Tvørasáttmálin er so ullintir, at tað ber illa til at hava eina greiða støðu til hann, sigur Lisbeth Petersen. Hon sigur, at tað [...] Tvørasáttmálin ? Vit mugu fáa meiri kjøt á. Lisbeth L. Petersen, forkvinna í sambandsflokkinum, sum er í andstøðu sigur, at enn ber illa til at hava nakra meining um fráboðanarætlanina, sum Anders Fogh [...] málið áhugavert, tá ið vit kenna tað ítøkiliga innihaldið í yvirtøkulógini, sum skal setast í gildi á Ólavsøku næsta ár.
er AB. Seinnapartin í dag skal ÍF spæla á Argjum. Fuglfirðingar skipa fyri bussferð til Argir. Sumba er á stigatalvuni undir liðini á AB. Sumbingar halda jóansøku á Krossinum, har teir næstbestu hjá B68 [...] deild. TB spælir í kvøld jóansøkudyst ímóti VB. Talan er um teir bestu á Tvøroyri ímóti teimum næstbestu úr Vági. Fyri TB, sum er á fjórða plássinum við tíggju stigum, hevði tað kenst eyðmýkjandi at mist
Kallsberg og hansara lívsfelagi, Berghild Kallsberg, upp á býráðslimirnar á Tvøroyri og ferðaleiðaran Ása Jacobsen. Fyrst skal tað formella politiska fáast upp á pláss. Løgmaður og forsætisráðharrin hava ein fund [...] til sjúkrahúsið á Tvøroyri. Hundraðogtjúgu milliónir stóra verkætlanin er eitt modernað sjúkrahús. Ronnie Midjord og Thyra Thorsteinsson vísa runt á sjúkrahúsinum. Heilsað verður upp á fleiri av sjúklingunum [...] hjá frosætisráðharranum í Suðuroynni, nú tað hevur verið á skránni. Sostatt verður fundur millum løgmann og forsætisráðharran hjá býráðnum á Tvøroyri eins og tíðindafundur verður hildin hjá kommunalu myn
Jóansøka er á Tvøroyri hetta vikuskiftið. Ítróttarliga verður størsti spenningurin sunnudagin ikki á Tvøroyri, men í Vági, har Skála fer at vitja. Enn er kappingin ikki so gomul, at tað ber til at tosa [...] ikki havt ikki hildið seg havt nóg stóra tyngd á beinkinum. Tí høvdu teir seinast Jón Paula Olsen, sum í fjør boðaði frá, at hann fór at gevast í 1. deild, á beinkinum. Venjingarstøðan hjá honum er ikki [...] sum var á Skála og royndi seg, er farin til hús aftur. Mikukvøldið var Heini Kristiansen í málinum. Í gjár var ikki greitt, um tað verður hann ella Eugen Voda, sum fer at verja Skála málið á Vágseiði