Á fundinum á Tvøroyri millum løgmann og forsætisráðharran á Tvøroyri hósdagin, reisti Anfinn Kallsberg spurningin um nógv umrøddu hernaðarlógirnar, sum danska stjórnin hevur sett í verk fyri Føroyar uttan samtykt frá Føroya løgtingi.
Lógirnar eru brot á eina siðvenju, eru flest øll samd um, og Løgtingið hevur einmælt samtykt at heita á donsku stjórnina um at taka tær av aftur. Men tað kemur ikki upp á tal, slær Anders Fogh Rasmussen rimmarfast.
? Eg vildi ynskt, at málið var viðgjørt øðrvísi, og eg skilji væl, at tað hevur vakt sterkar kenslur í Føroyum. Men mítt greiða sjónarmið er, at danska fólkatingið hevur sett hesa lóggávu í verk fyri alt ríkið, og tað er mín skylda at syrgja fyri, at tær vera settar í gildi. Verjumál eru felagsmál, sum Danmark umsitur fyri alt ríkið, og tí má lóggávan vera eins í øllum trimum londunum, segði Anders Fogh Rasmussen.
Spurdur beinleiðis, um hann vildi virka fyri, at lógirnar vóru tiknar av aftur, svaraði hann avgjørdur: »Bestemt ikke«. Men hann viðgekk kortini, at málið var illa handfarið frá danskari síðu, og nú verður roynt at fyribyrgja, at tað hendir aftur.
? Frameftir fara vit at skipa eina mannagongd, har Føroya løgting og landsstýri verða tikin við, longu áðrenn Fólkatingið samtykkir lógir, so allir partarnir í ríkinum fáa høvi at vera hoyrdir í góðari tíð, segði Anders Fogh Rasmussen.
Men hendir tað aftur, at føroyingar ikki vilja kennast við eina lóg, sum forsætisráðharrin og danska stjórnin halda skal galda fyri alt ríkið, so kann sama støða íkoma aftur, skiltist á Anders Fogh Rasmussen.
? Á einum málsøki sum verjumálum, sum danska stjórnin umsitur vegna alt ríkið, mugu vit hava eina felags lóggávu. Vit kunnu ikki hava hol í lóggávuni. Vilja føroyingar úr tí støðuni, mugu tit úr ríkinum, og tað haldi eg, at tit skulu viðgera innanhýsis í staðin fyri við meg, segði hann knappur á tíðindafundinum.
Anfinn Kallsberg vísti á fundinum við forsætisráðharran á føroysku misnøgdina við, at hernaðarliga óggávan var sett í verk uttan føroyskt samtykki. Men hann ásannaði í somu vending, at hann fær onki meira gjørt.
? Vit hava eitt demokrati í Føroyum og eitt í Danmark. Verjuøkið er felagsmál, sum liggur undir donskum ræði, og tí havi eg ongan møguleika at seta meg ímóti danska Fólkatinginum. Tað, sum er umráðandi, er at fyribyrgja, at støðan kemur íaftur, tí hon setir kílar í samstarvið millum londini. Og tí kunnu vit bara líta á tað arbeiðið, sum er farið í gongd, forðar fyri, at hetta hendir aftur, segði Anfinn Kallsberg, løgmaður.