Jóansøka er á Tvøroyri hetta vikuskiftið. Ítróttarliga verður størsti spenningurin sunnudagin ikki á Tvøroyri, men í Vági, har Skála fer at vitja. Enn er kappingin ikki so gomul, at tað ber til at tosa um lagnudystir og harvið um, at tann, sum ikki fær stig, er fokin. Men støðutalvan boðar frá, at tað hevur rættuliga stóran týdning, hvør fær stig á Vágseiði í morgin.
Skálamenn eru framvegis sørir. Teir hava einki stig, og um teir tapa, so verður VB fimm stig frammanfyri teir. VB hevur tvey stig, og um teir tapa, so verður gloppið upp til áttanda plássið so stórt, at tað ikki fer at verða møguleiki at vinna tað aftur í einum og tveimum dystum. Ikki minst eftir at EB/Streymur og FS Vágar hesar seinastu dagarnar hava fingið fult.
Felags fyri bæði VB og Skála er, at leikliga avrikið í seinastu royndunum á heimavølli ímóti oddaliðum hevur verið so mikið gott, at teir harmast um, at tað ikki eydnaðist at fáa stig. VB trýsti HB, og vágbingar høvdu fleiri góðar møguleikar ? eitt nú misnýttu teir brotsspark ? men tað var HB, sum vann 3?2 og harvið fór við øllum stigunum.
Skála hevði mikukvøldið vitjan av NSÍ, sum vann 3?1. Á Skála siga teir, at í 1. hálvleiki høvdu teir fýra púra upplagdar møguleikar, sum teir einki fingu burturúr, meðan NSÍ fekk tvey mál burturúr einum møguleika!
Spurningurin er so, um tað ber til at gera nakað fyri at venda vánaligu úrtøkuni.
Eitt ivamál í part
Vágbingar hava ikki havt ikki hildið seg havt nóg stóra tyngd á beinkinum. Tí høvdu teir seinast Jón Paula Olsen, sum í fjør boðaði frá, at hann fór at gevast í 1. deild, á beinkinum. Venjingarstøðan hjá honum er ikki so galin, tí hann hevur ábyrgdina av 2. deildar liðnum.
Ivamálið hjá VB er heldur í hinum endanum. Sera týdningarmikli miðverjin, Eyðun Jacobsen, er so mikið plágaður av beinskaða, at hann hevur vant lítið í vikuni. Mikukvøldið varð hann noyddur at gevast, og hósdagin vandi hann ikki.
Á Skála er næstan sama fólkið tókt, sum spældi ímóti NSÍ mikukvøldið. Undantakið er Arnhold Berg, sum er leikbannaður. Ímóti NSÍ var Sveinur Justinussen ikki við. Hann hevur ikki vant, síðani hann ímóti KÍ noyddist at gevast orsaka av fótliðsskaða, og tað er lítið sannlíkt, at hann verður tøkur í morgin. Íslendingurin Pétur Geir Svavarsson, sum var á Skála og royndi seg, er farin til hús aftur. Mikukvøldið var Heini Kristiansen í málinum. Í gjár var ikki greitt, um tað verður hann ella Eugen Voda, sum fer at verja Skála málið á Vágseiði.








