Tvørasáttmálin
? Danski forsætisráðharrin hevur dugað meistarliga væl at trekt tenninar úr teimum mest víðgongdu føroyingunum á politiska loysingarvonginum.
Jóannes Eidesgaard, formaður í javnaðarflokkinum, heldur, at avtalan um yvirtøkulógina, sum varð undirskrivað á Tvøroyri hósmorgunin, er eitt gott dømi um hetta.
Men tað verður so langt frá, at hann fer at liggja í andvekri av, at Anfinn Kallsberg og Anders Fogh Rasmussen nú hava undirskrivað eina ætlanarfráboðan um at gera eina yvirtøkulóg.
?Tvørasáttmálin er uttan iva eitt hent skjal. Men í veruleikanum broytir hann ikki nógv og tað kann ikki sigast, at Anders Fogh Rasmussen hevur givið føroyingum nakað serligt.
? Tað einasta, hann hevur gjørt, er, at hann hevur fingið føroyingar at ásanna ein politiskan veruleika, sum í roynd og veru hevur verið galdandi heilt síðani 1948, tí yvirtøkuleisturin hevur galdandi líka síðani tá.
? Og so megnaði hann eisini at kyrrað teir mest víðgongdu føroyingarnar, og tað gjørdi hann í ríkisfelagsskapinum.
Avgera sjálvir
Jóannes Eidesgaard sigur, at yvirtøkulógin verður ein endalig staðfesting av, at tað er Løgtingið, sum einsamalt ger av, hvørji málsøki skulu yvirtakast og, nær tey skulu yvirtakast.
?Og hetta er í fullum samsvari við sjálvstýrislógina hjá hjá javnaðarflokkinum, tí eftir henni skuldi Løgtingið einsamalt hava evsta vald í spurningunum um yvirtøkur..
Men formaður havnaðarfloksins sigur eisini, at í veruleikanum broytir Tvørasáttmálin ikki nakað stórvegis.
Hann ger tó vart við at í gjáramorgunin hevði hann ikki lisið sáttmálan sjálvur, so hansara viðmerkingar eru bygdar á tað, hann hevur lisið og hoyrt í fjølmiðlunum.
? Eftir tvørasáttmálanum skulu føroyskir og danskir myndugleikar gera eina avtalu um, hvussu farast skal fram, tá ið málsøki skulu yvirtakast.
Og grundarlagið undir tí avtaluni skal vera, at føroyingar skulu kunna yvirtaka øll málsøki, tá ið vit vilja.
Hetta er tó ikki galdandi fyri tey málsøki, sum eru beinleiðis undir ríkinum, tað eru hernaðarmál, uttanríkispolitikk og statsborgaraskap.
? Fyrr hava vit havt ein lista í heimastýrislógini sum sigur, hvørji mál, vit kunnu yvirtaka. Hetta verður nú broytt so at vit fáa ein lista við nøkrum fáum málsøkjum , sum vit ikki kunnu yvirtaka.
? Hetta verður uttan iva ein hent lóg hjá føroyingum at hava. Men vit mugu ásanna, at hon broytir ikki stórvegis, tí soleiðis hevur tað so at siga altíð verið í veruleikanum. Vit hava altíð kunna yvirtikið mál og vit hava eisini yvirtikið nógv mál, uttan nakað sum helst hóvasták, eisini málsøki, sum vit hava skula samráðst við danir um. Telesamskiftið, havumhvørvi og skipasýnið eru nøkur dømi,seinastu árini.
? Tað hevur í ávísan mun eisini verið ein spurningur um politiskt handalag og tað er merkisvert, at einastu málsøki, sum vit hava havt trupulleikar av, eru tey, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum, hevur umsitið, eitt nú fjølmiðláábyrgdarlógina.
Trekt tenninar úr føroyingum
Jóannes Eidesgaard sigur, at hendan yvirtókulógin er ein endalig staðfesting av, at ætlanin er at broyta ríkisfelagsskapin.
? Men tað er umráðandi at gera vart við, at øll málsøki vera ikki yvirtikin á Ólavsøku.
? Tað verður altíð Løgtingið, sum ger av, nær vit skulu yvirtaka eitt málsøki og tær avgerðirnar fara altíð at vera tiknar út frá teimum fíggjarligu umstøðunum.
?Og sum búskaparligu útlitini eru nú, er tað ikki nógv sum talar fyri at tað eru umstøður fyri at gera tær mest kostnaðarmiklu yvirtøkurnar, eitt nú løgreglu og rættarmál, sum kosta næstan 100 milliónir, sigur formaður javnaðarfloksins.
Hann heldur, at ein stórur fyrimunur við hesi lógini er, at nú er ein stórur partur loystur av teimum stóru stríðsmálini, sum hava tært viðurskiftini ímillum føroyingar og danir.
? Tað má sigast til rós fyri danska forsætisráharran, at hann hevur duga ómetaliga væl at slætta sjógv ímillum føroyingar og danir. Meistarliga hevur hann trekt tenninar úr teimum mest víðgongdu føroyingunum- uttan í grundini at lata tað stóra afturfyri.
? Tí sum hann sigur: Tað er ongin orøk til at sparka eina opna hurð ígjøgnum. Yvirtøkur hava vit altíð kunna framt í tí veruliga politiska lívinum. Men nú so vit so pappír uppá, at tað og tað kann sjálvsagt vera hent, sigur Jóannes Eidesgaard .