AB skal steðga ÍF

Um fuglfirðingar ikki heilt skulu stinga av frá hinum, so er neyðugt hjá argjamonnum at steðga sigursrøðini hjá ÍF

Higartil hevur einki verið at rafla um í næstbestu deildini. Eftir at teir trý tey seinastu árini ikki hava verið serliga sannførandi i 2. deild, tykjast fuglfirðingar at hava sett beina kós ímóti bestu deildini, sum teir fluttu niður úr í 1999. Eftir seks tey fyrstu umførini hava teir átjan stig, og teir eru sjey stig undan næstu kappingarneytunum.
Millum kappingarneytarnar er AB. Seinnapartin í dag skal ÍF spæla á Argjum. Fuglfirðingar skipa fyri bussferð til Argir.
Sumba er á stigatalvuni undir liðini á AB. Sumbingar halda jóansøku á Krossinum, har teir næstbestu hjá B68 vitja. B68 er niðast í 2. deild.
TB spælir í kvøld jóansøkudyst ímóti VB. Talan er um teir bestu á Tvøroyri ímóti teimum næstbestu úr Vági. Fyri TB, sum er á fjórða plássinum við tíggju stigum, hevði tað kenst eyðmýkjandi at mist stig ímóti næstbestu vágbingunum. Men støðutalvan vísir, at VB eigur eitt gott 2. deildarlið. Teir hava ? eins og TB hevur tað ? tíggju stig.
B71 liggur eitt sindur tungt í sjónum. Teir skulu vitja í Klaksvík, har 2. deildarliðið ikki hevur verið so bragdligt, sum tað onkuntíð hevur verið fyrsta partin av kappingini. LÍF fær vitjan av B36, sum heldur ikki hevur staðið seg so væl, sum teir plaga at gera undan summarfrítíðini.