Tvørasáttmálin
? Vit mugu fáa meiri kjøt á.
Lisbeth L. Petersen, forkvinna í sambandsflokkinum, sum er í andstøðu sigur, at enn ber illa til at hava nakra meining um fráboðanarætlanina, sum Anders Fogh Rasmussen og Anfinn Kallsberg skrivaðu undir á Tvøroyri hósmorgunin.
? Tvørasáttmálin er so ullintir, at tað ber illa til at hava eina greiða støðu til hann, sigur Lisbeth Petersen.
Hon sigur, at tað, sum hevur tann stóra áhugan hjá sambandsflokkinum, er, hvat kemur at standa í teirri endaligu yvirtøkulógini.
Hon sigur, at sambandsflokkurin heldur, at tað eru nøkur málsøki, sum føroyingar kunnu yvirtaka.
? Men vit hava kortini sett eitt mark, tí vit halda framvegis, at tað eru nøkur mál, sum tað ikki er rætt at yvirtaka.
? Eitt nú halda vit, at Føroyar eru so lítlar, at tað er ikki rætt at yvirtaka løgreglu og rættarmál, tí vit stúra fyri rættartrygdini, tá ið ein so fáment tjóð skal yvirtaka dómsvaldið, tí vit eru ov nær hvørjum øðrum.
Lisbeth Petersen sigur, at tann fíggjarligi spurningurin í yvirtøkunum kann eisini gerast eitt mark í sær sjálvum fyri, hvørjar yvirtøkur, sambandsflokkurin vil taka undir við.
? Higartil hevur danski boðskapurin verið, at tað, sum føroyingar yvirtaka, mugu vit sjálvi fíggja og tað verður eisini áhugavert at vita, hvat yvirtøkulógin fer at siga um tann spurningin.
?Tvørasáttmálin er ein ætlan. Fyri okkum verður málið áhugavert, tá ið vit kenna tað ítøkiliga innihaldið í yvirtøkulógini, sum skal setast í gildi á Ólavsøku næsta ár.