reglurnar í gildi á nýggjárinum. Sum reglurnar eru nú kunnu fólk leiga skattafrítt út fyri 24.000 krónur um árið, og annars verða bara 25 prosent rindað í skatti av leiguinntøkuni, sum er yvir 24.000 krónur um [...] um mánaðin av at leiga bústaðir út. Men nú verður markið hækkað, so at tann, sum leigar bústaðir út, skal herefti kunna leiga út fyri 50.000 krónur um árið, og so rinda 25 prosent í skatti av leiguinntøkuni [...] bústaðir, sum verða leigaðir til ferðafólk á AIRBnB, ella aðrastaðni, eru ikki umfatað av hesi skipanini. Kristina Háfoss sigur, at endamálið er at eggja fleiri at leiga bústaðir út, tí tað er ein av stóru
arbeiðir burtur av við sjófugli, og heiðafuglur er ikki fevndur at arbeiðsøkinum. Sjófuglur livir av somu føði sum fiskur, og føðin hjá sjófugli er soleiðis ein týðandi partur av vistfrøðini, sum eisini hevur [...] nú Bergur Olsen, sum fyllir sjeyti í komandi mánaði, gevst vegna aldur. Hann hevur starvast sum fuglafrøðingur í eitt mannaminni. - Tað er eitt lítið tal av fuglafrøðingum í Føroyum, sum kunnu lyfta arvin [...] ðini - at gera kanningar av sjófuglameinginum í Føroyum og at kanna sambandið millum sjófugl og vistskipanir í havinum. - Arbeiðið fevnir um teljingar og eftirlitskanningar av sjófugli í Føroyum, at gera
føroyingar, sum rætt og slætt eru fluttir av landinum av hesari orsøk. Hann er ikki við upp á at kalla hetta ein skattalætta til føroyingar, sum arbeiða uttanlands. - Hetta er ein endurskoðing, sum er neyðug [...] skattaðir, at hetta eru viðurskifti, sum tað ikki slepst undan at endurskoðað. Sum dømi nevnir hann, at summir føroyingar, sum sigla úti, verða eisini skattaðir av flogferðaseðlunum ímillum Føroyar og [...] neyðug at gera, tí samstundis, sum vit royna at fáa fólk at flyta til landið, hava vit her eina skattaskipan, sum rekur fólk av landinum, sigur hann. - Vit noyðast at endurskoða viðurskiftini hjá føroyingum
fleiri gjøld leggjast á vinnuna fyri at fíggja tað, sum landskassin missur av lata fólk fáa bíligar elbilar. Kortini eru tað bara fólk við góðari inntøku, sum hava ráð at keypa elbil, men meiri avsláttur vit [...] Hvørja ferð, ein elbilur verður seldur í Føroyum, missur landskassin eina rúgvu av pengum, sum kundi verið brúktur til onnur endamál orkuøkinum, ella til ymsar vælferðartænastur. Tað staðfestir Brandur [...] astur av ymsum slagi. – Vit mugu ikki skerja inntøkurnar hjá landskassanum so nógv, at vit ikki hava fígging til onnur endamál. Ella mugu vit útvega aðrar inntøkur ístaðin fyri tað, vit missa av elbilunum
2010 hevur miðalaldurin á teimum sum byrja í læru verið so lágur. Beint undir 22% av teimum, sum byrjaðu at læra í 2023, vóru yvir 25 ár. Av teimum 58 útbúgvingunum, sum føroyskir lærlingar læra innanfyri [...] útbúgvingarnar innan maskinsmíð, húsasmíð og elektrikara. 43% av lærlingunum í 2023 byrjaðu innan hesi økini. Umleið 30% av øllum lærlingunum, sum byrjaðu í 2023, nema sær útbúgving innan merkantilu yrkini [...] í skúla. Í tølum merkir tað, at í 2023 byrjaðu 28% av lærlingunum upp á útbúgvingar, har tað krevst, at tey fara uttanlands at taka skúlagongdina, sum hoyrir til útbúgvingina tey hava valt. Nógv tey størstu
latast teimum, sum geva týðandi upplýsingar um tey, sum selja hesa skræpuna. Eisini eigur alt, sum stendur í føroyskari myndugleika makt at gerast fyri at geva harða revsing til teirra, sum selja. Danska [...] Hevur landsstýrið viðgjørt álvarsligu støðuna, mong ung koma í, orsakað av vaksandi misnýtsluni av hørðum rúsevnum so sum ecstasy? Hvørji ítøkilig fyribyrgingartiltøk ætlar landsstýrismaðurin at seta í [...] vunnið er á tramanskapinum. Ongin av okkum politikarum ynskir, at dóttir ella sonur okkara skulu enda í klørnum á einum av hesum eirindaleysu sjálvsøknu egoistum, sum uttan himpr seta lívið hjá øðrum í
Bókagáva Fríggjamorgunin fingu allir 6. floksnæmingar í Føroyum hvør sítt eintak av eini nýggjari útgávu av útvaldum H.C Andersen ævintýrum. Í hesum sambandi var stórt hátíðarhald í Norðurlandhúsinum, [...] til bókagávuna, sum handaði landsstýrismanninum í mentamálum, Jógvani á Lakjuni fyrsta eintakið. Jørn G. Jensen hevur arbeitt við hesi ætlanini seinastu tvey árini og var sera ovfarin av stóra hátíðarhaldinum [...] hvør sítt eintak av ævintýrbókini. Í alt 80.000 eintøk eru prentað til gávus, men tað ber eisini til at keypa bókina í bókabúðunum. Bókagávutiltakið hevur kostað uml 2,6 mill og er fíggjað av danska undir
ímóti freistingum Satans og verður síðani svikin av Judasi. Jesus verður tikin til fanga og førdur til Pilatus av høvuðsprestunum og teimum skriftlærdu, sum ákæra hann fyri mangt. Rættargongdin endar við [...] stórslignari pallmynd og er konstrueraður á vælkenda Cinecitta Studio, sum liggur í útjaðaranum av Rom. Hetta bergtakandi pallkompleksið, sum kendi pallmeistarin, Francesco Frigeri og set-prýðarin, Carlo Gervasi [...] . Tað er Mel Gibson, sum bæði hevur skrivað og leikstjórnað filminum, ið hevur elvt til rættiliga øsing millum fólk. Handritið er skrivað í samstarvi við Benedict Fitzgerald, sum er kendur fyri eitt nú
Hann giftist í Danmark í 1955 við Ásu Kallsoy av Eiði, sum tá gekk á húsarhaldsskúla í Haslev. Av tí at stórt arbeiðsloysi var í Danmark, høvdu tey gjørt av flyta til Australia at búgva. Tá Mogens í 1955 [...] hitti hann svágin, Jógvan Kallsoy, sum hevði arbeitt sum kokkur. Teir gjørdu av at lata eitt bakarí upp á Eiði. Hetta var í 1956, so ætlanin um at flyta til Avstralia bleiv av ongum. Í 1959 keypti Mogens sín [...] ið var næstfyrsti Toyota bilur í Føroyum. Í 1967 fekk hann útbúgving sum koyrilærari. Hansara fyrsti næmingur var Finn Ritter, sum í dag býr í Sørvági, tá arbeiddi hann hjá Valdemar Lützen í Havn. Frá
at tað verður máað meiri og meiri burtur av bakkanum og nú kunnu bæði múrur og kirkja fara í havið, áðrenn vit vita av. Tað harmast hon um, tí múrurin er eitt av okkara fremstu fornminnum. Marin Katrina [...] staðfestir, at tað er kommunan, sum hevur ábyrgdina av at gera eina bakkaverju framvið múrinum og kirkjuni. Men á fíggjarætlanini hjá Tórshavnar Kommunu fyri næsta ár, er einki sett av til bakkaverju. - Nú fara [...] mugu fáa somu viðferð. - Bæði sum borgarstjóri í Havn, og sum formaður í Kommunufelagnum, staðfestir hann, at tað kann ikki verða so, at kommunurnar skulu fáa ábyrgdina av fornminnunum í landinum, tí tað