12 tímar sum broyttu heimin

Samtalan er skorin niður at verða so lítil sum gjørligt, og tað eru myndirnar, ið siga frá øllum í harðliga, men hugtakandi filminum hjá Mel Gibson um seinastu tímarnar av lívi Jesusar

The Passion of The Christ er ein filmur um 12 teir seinastu tímarnar av lívi Jesusar. Filmurin byrjar í Getsemane urtagarði, har Jesus eftir seinastu kvøldmáltíðina er farin við lærusveinum sínum at biðja.
               Her stendur hann ímóti freistingum Satans og verður síðani svikin av Judasi. Jesus verður tikin til fanga og førdur til Pilatus av høvuðsprestunum og teimum skriftlærdu, sum ákæra hann fyri mangt.
               Rættargongdin endar við, at Jesus verður dømdur at líða krossdeyðan.
               Tað er Mel Gibson, sum bæði hevur skrivað og leikstjórnað filminum, ið hevur elvt til rættiliga øsing millum fólk.
Handritið er skrivað í samstarvi við Benedict Fitzgerald, sum er kendur fyri eitt nú filmarnar, Wise Blood, In Cold Blood, Heart of Darkness og Zelda.
               Allir leikararnir tosa tað málið, sum varð nýtt í tíðini, tá  hendingarnar fara fram. Jesus og lærusveinarnir tosa arameiskt, eins og jødarnir. Romarnir tosa latín. Grikst varð eisini tosað har um leiðir, men tá á døgum varð tað vanliga bara nýtt av teimum intellektuellu, og er tí ikki at hoyra í filminum.
               Filmurin er tikin upp í Italia. Sjálv krossfestingin varð filmað í vakra býnum, Matera í sunnara parti av Italiu.
Jerusalem er í filminum skapaður við eini stórslignari pallmynd og er konstrueraður á vælkenda Cinecitta Studio, sum liggur í útjaðaranum av Rom.
Hetta  bergtakandi pallkompleksið, sum kendi pallmeistarin, Francesco Frigeri og set-prýðarin, Carlo Gervasi, hava gjørt, umfatar eisini templið, har rættargongd Jesusar fór fram, garðin, har tær ymisku dómsviðgerðirnar vóru og staðið, har Jesus varð pískaður og píndur.
              Høvuðsleiklutin sum Jesus, hevur James Caviezel. Hinir leikararnir eru, Monica Bellucci, Claudia Gerini, Maia Morgenstern, Sergio Rubini.
              Við filminum, The Passion of The Christ, hevur Mel Gibson sett eina feita striku undir síni evni sum filmsframleiðari. Eingin vildi geva filmin út, áhugin at fíggja var heldur ikki til staðar, og avgjørt eingin trúði, at hesin filmur kom at vinna so nógvan pening. Men Mel Gibson trúði uppá filmin, sum nú vísir seg at fara at verða ein av størstu eydnufilmunum í søguni.
              Tilfarið, ið er at finna á internetinum um filmin, er nærum óendaligt. So, hevur tú góða stundir á páskum, far so inn á eitt nú Google og leita eftir The Passion of The Christ.