Tey, sum leiga bústaðir út, skulu nú fáa enn størri skattalætta enn tey fáa nú.
Tað ætlar Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum og tí hevur hon nú skrivað eitt uppskot, sum verður lagt fyri Løgtingið í næstum. Uppskotið er nú sent avvarðandi pørtum til viðmerkingar, áðrenn tað verður lagt fyri Løgtingið. Eftir ætlan koma nýggju reglurnar í gildi á nýggjárinum.
Sum reglurnar eru nú kunnu fólk leiga skattafrítt út fyri 24.000 krónur um árið, og annars verða bara 25 prosent rindað í skatti av leiguinntøkuni, sum er yvir 24.000 krónur um árið.
Tað merkir, at útleigari kann hava eina skattafría inntøku upp á 2000 krónur um mánaðin av at leiga bústaðir út.
Men nú verður markið hækkað, so at tann, sum leigar bústaðir út, skal herefti kunna leiga út fyri 50.000 krónur um árið, og so rinda 25 prosent í skatti av leiguinntøkuni, sum er yvir tað.
Sostatt kann útleigari nú hava eina skattafría inntøku upp á góðar 4000 krónur um mánaðin av at leiga út.
Men treytin er, at bústaðurin verður leigaður beinleiðis frá útleigara til leigara og talan skal vera um langtíðarleigu. Tað merkir, at bústaðir, sum verða leigaðir til ferðafólk á AIRBnB, ella aðrastaðni, eru ikki umfatað av hesi skipanini.
Kristina Háfoss sigur, at endamálið er at eggja fleiri at leiga bústaðir út, tí tað er ein av stóru trupulleikunum í dag. Og hendan nýggja skipanin fer at geva teimum, sum leiga út, stórar, fíggjarligar fyrimunir, sigur hon.
Taks hevur upplýst fyri landsstýriskvinnuni, at í 2015 leigaðu umleið 850 fólk bústað eftir hesi skipanini við skattalætta , og tilsamans var inntøkan av slíkari húsaleigu 37 milliónir krónur.
Verður talið á útleigarum óbroytt, fer landið at missa 1,7 milliónir í skatti við nýggju skipanini og kommunurnar fara at missa 1,3 milliónir.
Men Kristina Háfoss væntar, at fleiri bústaðir fara at verða lýstir til leigu og tað fer at fáa fólk at flyta til. Og hon sigur, at tað fer so aftur at økja skattainntøkur hjá landi og kommunum. Tí væntar hon, at samanumtikið fær land og kommunur ikki at missa inntøkur, helst fara tær at hækka