Skattalætti til føroyingar sum arbeiða uttanlands

FRÁFLYTING Gongdin má vendast, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum

- Føroyingar, sum arbeiða uttanlands, mugu hava lagaligari skattatreytir.
Tað staðfestir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Hann vísir á, at skattaviðurskiftini hjá føroyingum, sum arbeiða uttanlands, eru so ómøgulig, at fleiri av teimum ikki tíma at búgva í Føroyum longur, men eru heldur rýmdir av landinum og hava búsett seg uttanlands.
Landsstýrismaðurin vísur á, at skattaviðurskiftini hjá teimum eru so fløkjaslig, og samstundis verða teir so hart skattaðir, at hetta eru viðurskifti, sum tað ikki slepst undan at endurskoðað.
Sum dømi nevnir hann, at summir føroyingar, sum sigla úti, verða eisini skattaðir av flogferðaseðlunum ímillum Føroyar og skipið.
- Skulu teir so harafturat flúgva langt at mynstra, verður skatturin høgur.
Støðan er eisini tann, at føroyingar, sum sigla í norsku oljuvinnuni, rinda norskan skatt, tá ið teir eru í norskum øki, men so títt og knapt, teir fara úr norskum øki, skulu teir rinda føroyskan skatt.
- Tað sigur seg sjálvt, at tað er ikki nøktandi, at ein føroyingur, skal rinda eini 8%-10% meiri í skatti, enn norðmaðurin, ið stendur undir liðini á honum, sigur Jørgen Niclasen.
- Tað er eisini munur á skattaviðurskiftunum um ein føroyingur uttanlands arbeiðir frá eini føroyskari fyritøku, ella um hann arbeiðir hjá eini útlendskari fyritøku

Flyta av landinum
Hetta eru bara nøkur dømi um óheppin skattaviðurskifti hjá føroyingum uttanlands, men mong onnur dømi eru.
- Og vit ætla at gjøgnumganga alla skattaskipanina, tí skattingin er ikki rímilig.
Hann sigur, at hann kennir fleiri føroyingar, sum rætt og slætt eru fluttir av landinum av hesari orsøk.
Hann er ikki við upp á at kalla hetta ein skattalætta til føroyingar, sum arbeiða uttanlands.
- Hetta er ein endurskoðing, sum er neyðug at gera, tí samstundis, sum vit royna at fáa fólk at flyta til landið, hava vit her eina skattaskipan, sum rekur fólk av landinum, sigur hann.
- Vit noyðast at endurskoða viðurskiftini hjá føroyingum uttanlands og laga skattaskipanina soleiðis til, at teir tíma at verða búgvandi í Føroyum, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.
- Og tað, sum er galdandi fyri føroyingar í Føroyum, skal eisinni vera galdandi fyri føroyingar, sum arbeiða uttanlands, nevniliga, at tað skal loysa seg at arbeiða, leggur Jørgen Niclasen afturat.