Kirkjubømúrurin, og gamla kirkjan í Kirkjubø, eru bæði við at skola í havið.
Tað staðfestir Marin Katrina Frýdal, býráðslimur í Havn,
Á býráðsfundi í Havn vísti hon á, at tað verður máað meiri og meiri burtur av bakkanum og nú kunnu bæði múrur og kirkja fara í havið, áðrenn vit vita av.
Tað harmast hon um, tí múrurin er eitt av okkara fremstu fornminnum.
Marin Katrina Frýdal vísir á, at ein løgfrøðilig niðurstøða staðfestir, at tað er kommunan, sum hevur ábyrgdina av at gera eina bakkaverju framvið múrinum og kirkjuni.
Men á fíggjarætlanini hjá Tórshavnar Kommunu fyri næsta ár, er einki sett av til bakkaverju.
- Nú fara vit aftur undir ein vetur aftur við teimum ódnum, hann kann hava við sær, og tað er sera, sera álvarsligt, sigur Marin Katrina Frýdal.
Hon minnir eisini á, at tað er eitt ár síðani, at Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, váttaði, at kommunan fer at taka ábyrgd á hesum øki.
Tá minti gamla bóndakonan í Kirkubø, Sólva Paturson, á, at múrurin toldi ikki nógvar ódnir afturat, so fór hann í havið.
Men hann staðfesti eisini, at kommunan fer at krevja, at landið átekur sær sín part, tí landið hevur latið summum kommunum stuðul til bakkaverjur, og øll mugu fáa somu viðferð.
- Bæði sum borgarstjóri í Havn, og sum formaður í Kommunufelagnum, staðfestir hann, at tað kann ikki verða so, at kommunurnar skulu fáa ábyrgdina av fornminnunum í landinum, tí tað er ábyrgdin hjá landinum.
Annfinn Brekkstein, býráðslimum, sigur, at tað er ein landsuppgáva burturav at tryggja fornminnini í Kirkjubø.
- Tað er ikki eitt kommunalt mál, tí tað er eitt landsmál, sigur hann, og hann heldur, at støðan viðvíkjandi múrinum í Kirkjubø, er enn eitt dømi um, hvussu illa landið røkir síni fornminni.