Hevur landsstýrið viðgjørt álvarsligu støðuna, mong ung koma í, orsakað av vaksandi misnýtsluni av hørðum rúsevnum so sum ecstasy?
Hvørji ítøkilig fyribyrgingartiltøk ætlar landsstýrismaðurin at seta í verk fyri at koma vaksandi mistnýtsluni til lívs??
Hvat ger fyribyrgingarráðið við trupulleikan?
Er landsstýrismaðurin sinnaður at fremja ikki siðbundnar atgerðir fyri at fyribyrgja, at alt fleiri sakleys ung fáa mein fyri lívið av umtalaðu rúsevnunum?
Hesar spurningar fer Bill Justinussen í dag at seta Hans Paula Strøm, landsstýrismanni í almanna- og heilsumálum. Hann vísir til ein stubba í Dimmalætting fyrr í vikuni, har løgreglan m. a. sigur:
Rákið er, at fleiri og fleiri taka ecstasy, tað er lættari at handfara enn hassj og luktar ikki á sama hátt, sigur narko løgreglan. Tað eru serliga tey ungu, sum hava tikið hetta rúsevni til sín. Tað er vandamikið, tí tú veit ongantíð hvussu styrkin í eini tablett er, leggur løgreglan dent á.
Trupulleikin við vaksandi útboðnum av hørðum rúsevnum serliga ecstasy er sera álvarsamur, tí vandin er stórur fyri, at sakleys ung fáa mein fyri lívið orsakað av misnýtsluni. Ongantíð ov skjótt eiga landsins myndugleikar at taka stór stig fyri at fyribyrgja hesi hóttandi gongd, heldur Bill Justinussen.
Hann sigur, at neyðugt er at hugsa nýtt, og neyðugt er at hugsa skjótt.
Nýggj miðvís og væl fyriskipað fyribyrgingarátøk eiga at koma eitt fyri og annað eftir, inntil vunnið er á tramanskapinum. Ongin av okkum politikarum ynskir, at dóttir ella sonur okkara skulu enda í klørnum á einum av hesum eirindaleysu sjálvsøknu egoistum, sum uttan himpr seta lívið hjá øðrum í váða fyri egnan vinnings skuld. Tí eiga vit at ganga í fremstu røð at steðga gongdini, heldur hann.
Bill Justinussen sigur, at landsstýrið eigur at brúka øll vápn í stríðnum. Eitt nú eigur landsstýrið beinanvegin at viðgera, um eitt nú finningarløn skal latast teimum, sum geva týðandi upplýsingar um tey, sum selja hesa skræpuna. Eisini eigur alt, sum stendur í føroyskari myndugleika makt at gerast fyri at geva harða revsing til teirra, sum selja. Danska løgreglan eigur at fáa sterka áheitan frá landsstýrinum um at senda meiri fólk út á gøturnar og hagar, sum ung í stórum tali savnast.