Bergur Olsen gevst sum fuglafrøðingur

- Vilt tú vita, hvat er undir vatnskorpuni, kanst tú hyggja upp í fuglabjørgini, sigur stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard.

- Vilt tú vita, hvat er undir vatnskorpuni, kanst tú hyggja upp í fuglabjørgini. Heilt so einfalt er tað kanska ikki, men tað er eingin ivi um, at neyvur samanhangur kann vera millum støðuna hjá fiski og sjófugli.

 

Tað sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, nú lýst er eftir fuglafrøðingi til Havstovuna, nú Bergur Olsen, sum fyllir sjeyti í komandi mánaði, gevst vegna aldur. Hann hevur starvast sum fuglafrøðingur í eitt mannaminni.

 

- Tað er eitt lítið tal av fuglafrøðingum í Føroyum, sum kunnu lyfta arvin eftir Berg Olsen. Fyri at arbeiða sum fuglafrøðingur, er tað ein avgjørdur fyrimunur at kenna føroysku náttúruna, og tað er hóast alt onkur fuglafrøðingur í Føroyum við neyðugum kunnleika, sigur stjórin.

 

Eilif Gaard vísir á, at fuglafrøðingurin á Havstovuni arbeiðir burtur av við sjófugli, og heiðafuglur er ikki fevndur at arbeiðsøkinum. Sjófuglur livir av somu føði sum fiskur, og føðin hjá sjófugli er soleiðis ein týðandi partur av vistfrøðini, sum eisini hevur týdning fyri fiskastovnarnar.

 

Stjórin sigur, at fuglakanningarstøðin hjá Havstovuni gjøgnum mong ár hevur havt eina serstaka játtan á fíggjarlógini, og hetta fegnast hann um, tí støðan hjá sjófugli avspeglar tað, sum er í havinum – og øvut.

 

- Vilt tú vita, hvat er undir vatnskorpuni, kanst tú hyggja upp í fuglabjørgini. Heilt so einfalt er tað kanska ikki, men tað er eingin ivi um, at neyvur samanhangur kann vera millum støðuna hjá fiski og sjófugli, sigur Eilif Gaard.

 

Arbeiðið hjá fuglafrøðinginum á Havstovuni fevnir um at standa fyri fuglakanningarstøðini - at gera kanningar av sjófuglameinginum í Føroyum og at kanna sambandið millum sjófugl og vistskipanir í havinum.

 

- Arbeiðið fevnir um teljingar og eftirlitskanningar av sjófugli í Føroyum, at gera stovnsmetingar av sjófugli í Føroyum, kanna føði og atferð hjá sjófugli, verða við í føroyskum og altjóða vísindaligum verkætlanum – og at upplýsa um granskingarúrslit og ráðgeva almenningi og myndugleikum.

 

Eilif Gaard sigur, at umsøkjarar skulu hava lívfrøðiliga útbúgving frá hægri lærustovni, góðan kunnleika til sjófugl og føroyska havvistfrøði og góð evnir at samstarva, og sambært lýsingini skulu umsóknir verða Havstovuni í hendi í seinasta lagi 5. september í ár.