Bókagáva
Fríggjamorgunin fingu allir 6. floksnæmingar í Føroyum hvør sítt eintak av eini nýggjari útgávu av útvaldum H.C Andersen ævintýrum. Í hesum sambandi var stórt hátíðarhald í Norðurlandhúsinum, har fleiri hundrað næmingar vóru savnaðir. Eftir at Jenny Lydersen, leiðari á fólkaskúladeildini, hevði greitt frá um H.C Andersen og hansara lív, las Ria Torgarð ævintýrið um Svínadrongin, áðrenn spennandi bókagávan varð handað
H.C. Andersen í Føroyum ...
Tað var Jørn Grønkjær Jensen, stigtakari til bókagávuna, sum handaði landsstýrismanninum í mentamálum, Jógvani á Lakjuni fyrsta eintakið. Jørn G. Jensen hevur arbeitt við hesi ætlanini seinastu tvey árini og var sera ovfarin av stóra hátíðarhaldinum í Føroyum.
- Hetta er avgørt størsta hátíðarhaldið, sum hevur verið hildið í sambandi við bókagávuna, og fyri meg er tað heilt ótrúligt at síggja, hvussu nógv verður gjørt burtúrúr her í Føroyum. At føroysku fyrireikarnir hava valt hava tiltakið í Norðurlandhúsinum og saman við Altjóða Frásøgudegnum ger hetta eisini til nakað heilt serligt. Hetta er jú sum í einum ævintýri, segði ein bergtikin Jens G. Jensen.
Jørn G. Jensen hevur vitjað fleiri ferðir í Føroyum og helt fyri, at tað var spell at H. C. Andersen ongantíð legði leiðina til Føroyar, tá hann ferðaðist.
- Ímynda tær, hvat hann hevði fingið bururúr øllum trølla- og huldusøgunum og kvæðunum og tí ótrúligu føroysku náttúrini, helt Jens fyri, men var kortini sannførdur um, at eisini føroysk børn lættliga kunnu liva seg inn í ævintýrheimin hjá H.C.Andersen, ikki minst saman við nýggju tekningunum hjá Flemming B. Jeppesen
80.000 eintøk
Umframt donsku og føroysku næmingarnar, fáa eisini íslendskir og grønlendskir 6. floks næmingar hvør sítt eintak av ævintýrbókini. Í alt 80.000 eintøk eru prentað til gávus, men tað ber eisini til at keypa bókina í bókabúðunum. Bókagávutiltakið hevur kostað uml 2,6 mill og er fíggjað av danska undirvísingarmálaráðnum, HCA grunninum, Norhaven Book og Gyldendal. Í sambandi við handanina av bókini í Føroyum nýtti Jens G. Jensen eisini høvið at takka Atlantic Airways fyri stóra vælvild og peningaligan stuðul til flutningin av nógvu bókunum til Føroyar.
Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur latið nýggju ævintýrbókina týða til føroyskt í sambandi við H.C.Andersen árið, og varð føroyska útgávan eisini løgd fram á hátíðarhaldinum fríggjamorgunin.