prógva, at fíggjarnevndarformaðurin ikki fer lætt um sannleikan. Og tølini prógva, at tað, sum fíggjarnevndarformaðurin kallar úr ongum, í veruleikanum var úr 1 milliard 743 milliónum krónum. At kalla 1 [...] næstseinasta týsdag. Eg skal ikki siga, at Sune Jacobsen fer lætt um sannleikan í hesi greinini, men hann er sera ósakligur og prógvar sjálvur í hesi greinini, at hann fór ógvuliga lætt um sannleikan í [...] Hann skrivaði og tosaði um føroysku nettouttanlandsskuldina. Bæði ta almennu skuldina og ta privatu skuldina. Vit í javnaðarflokkinum vístu á, at privata skuldin var ikki okkara borð, men at orðaskiftið
seg at, og tað vísir seg, at modellið vit hava brúkt líkist rættiliga nógv teirra sigur Niels Sørensen. Fólk í Falklandsoyggjunum hava teknað partapening í oljufelagið Desire Petroleum umframt at útlendsk [...] privat oljufeløg og er ikki vandi í at binda stórar peningarupphæddir í slík feløg longu nú! -Venda vit nú hetta á høvdið og spyrja, hvat hendir, so kunnu vit siga, at tá fólk velja at seta pengar í oljufeløg [...] oljufeløg, verða hesi eitt slag av peningaumsitarum eins og ein banki annars er. Niels Sørensen sigur, at Føroya Kolvetnisfelag arbeiðir á tann hátt, at tað ger eina samstarvsavtalu um vitan við eitt útlendskt
seta, sigur Bjørn á heygum, at hann ikki veit, hvussu hetta ítøkiliga verður framt í verki, men vónar bert, at samráðingarnar verða sum skjótast. - Tað er greitt, at vit fara at krevja stjórnina eftir einum [...] tingmaður, sigur, at nú hava umboðini havt møguleika at seta seg inn í niðrstøðua hjá serfrøðingunum í vikuskiftinum, og at fyrsti fundurin væntandi verður í dag. Tá fara partarnir at taka støðu til, hvørji [...] semja fæst, hvat hendir so? Eg vóni at tað eydnast okkum at fáa semju í málinum. Vit hava stutt sagt ikki ráð til annað. Vera vit ósamd nú, standa vit veikari, og tað kemur bert donsku stjórnini til góðar
til fríggjadag. Spurd um tað ikki er óhøglig upplatingartíð hjá eldri fólki, sigur Wanja Petersen, at tað bert er fyribils. -Í fyrstuni fara vit at skipa fyri, men ætlanin er at fólk sjálvi skulu standa [...] upp. Tilhaldið er í Tórsgøtu 21, har har verður opið fyri almenninginum, og tað er ikki neyðugt at vera limur í nøkrum felag, fyri at sleppa inn. Pláss er fyri eini 50 fólkum. Tórshavnar Kommuna hevur tikið [...] kunngerð frá 1994. Hetta merkir, at pensionistar, avlamispensionistar og einkjur yvir 55 ár, hava atgongd til Tilhaldið. - Vit fara m.a. at skipa fyri tiltøkum, har fólk verða gjørd virkin, sigur Wanja Petersen
hjá havnarfelagnum. Í ár sær út til at fara at ganga enn verri. Tað er einki, sum bendir á, at liðið fer at taka seg fram um nakað av teimum trimum oddaliðunum, og ein endastøða sum nummar fýra er ikki [...] fyrsta steyp, og um teir megna at halda upp á fólkið, er væl hugsandi, at tað ikki verður tað seinasta. Meistaraheitið vinna teir neyvan í ár, men næsta kappingarár byrja øll liðini á null, og við sama liði [...] ferð nakrantíð, at H71 (onkur segði Hans71) vann nakað í føroyskum hondbólti. Og gleðin var eisini eyðsæð millum leikarar og áskoðarar, tá dysturin var av, og H71 hevði vunnið 24-20. Størsti trupulleikin
sálarligu og siðalagsligu menningina hjá børnum og ungum? Og hvør skal avgera tað? Jenis av Rana vísir til, at nú er lógin har. Og so vónar hann, at tað er nóg mikið til, at SvF fer at lata vera við at senda [...] harðskap og ónærisligar myndir. ?Eg vóni fyrst og fremst, at tað verður nóg mikið hjá fólki at klaga til sjónvarpsstjóran. Annars ber eisini til at leggja sak, sigur tingmaðurin, ið eisini heldur, at sjón [...] heldur ikki, at henda nýggja orðing um, hvat útvarpið og sjónvarpið kunnu loyva sær at vísa, fer at merkja programpolitikkin hjá SvF. Jenis av Rana hevur tó heilt aðrar vónir. ? Eg vóni, at henda nýggja
Tað fer at kosta suðuroyingum 350 arbeiðspláss og tá fær landsstýrið eitt nógv álvasligari mál at taka støðu til, enn um tað er rætt at veita teimum 12 trolarunum 14 milliónir um árið í íløgustuðuli, [...] fíggja, verið noyddir at avsett pening. Og í seldu teir skipini sum um íløgustuðulin skuldi halda fram so leingi rentur og avdráttir vóru at betala av skipunum. Bogi Mortensen sigur, at at íløgustuðulin verður [...] sigur, at eini 15 fólk eru knýtt at hvørjum skipi. Tað gevur so 180 arbeiðspláss. Men tað verða onnur 180 arbeiðspláss skapt á landi av tí virksemi, hesi skipini hava. Bogi Mortensen sigur ,at hetta
fyrimunirnar og vansarnar við at gera Sjónvarp Føroya til eitt partafelag, eins og Atlantic Airways er og eins og ætlanin er at gera við telefonverkið. Endaliga avgjørt í dag Tað er í dag, at tingið fer endaliga [...] sjónvarpsstjóri, at tað hevði verið áhugavert at reist spurningin um at gjørt sjónvarpið enn meiri leyst av politiska valdninum, enn tað er nú. Hann heldur, at millum annað kundi tað verið áhugavert at kanna f [...] hevði ikki sloppið væl frá tí. Og tað vita teir eisini. Men tað er rætt, at vansin til staðar. Og tað kann vera ein trupulleiki í sær sjálvum. Men tað eisini so nógvir mátar at leggja seg út í viðurskiftini
at tingið eftir øllum at døma fer at samtykkja í dag, at tað skal standa beinleiðis í lógini, at sjónvarpið ikki skal senda óneyðuga harðliga ella serliga ónærisligar sendingar. Hann sigur at sjónvarpið [...] Tað er eisini so ymiskt, hvussu lág gáttin hjá fólki er. Tí stendur tað upp til leiðsluna í sjónvarpinum at gera av, hvat kann sendast, og ikki, og at leggja linjuna. Tróndur Djurhuus sigur, at hann [...] hann gongur út frá, at nýggja fjølmiðla-ábyrgdarlógin kemur í gildi samstundis sum. Og tað vil siga, at tá hava fólk eitt amboð at brúka, halda tey, at sjónvarpið er farið út um mark. Eru fólk misnøgd
hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið. Bahá?í-samfelagið í Tórshavn Mentunnar-caféin Ælabogin Hósdagin 19. februar verður ljósmynda-fyrilestur um »Sivilisasjon og arkitektur« og persiskur døgurði í [...] Mentunnarcaf'eini Ælabogin. Tað er Roya Taheri, arkitektur á vitjan úr Skotlandi, sum stendur fyri kvøldinum. Byrjað verður klokkan 20:00 og kostnaðurin er 40 krónur, matur og alt er við í prísinum. Atgongumerki [...] Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyahúsið í K