Føroyingar hava nú tvey privat oljufeløg. Í farnu viku varð stig tikið til nýggja oljufelagið ?Atlantic Petroleum?, sum longu hevur fingið játtaðar góðar 25 mill. kr. í partapeningi frá flestu av teimum stóru vinnulívsfyritøkunum í landinum.
Tað er bert góður mánaður síðani, at stig varð tikið til fyrsta føroyska oljufelagið, sum hevur fingið heitið ?Føroya Kolvetnisfelag? - Faroes Oil and Gas Exploration.
Stjóri í hesum felagnum er Niels Sørensen. Hann er júst heimafturkomin av ferð í útlondum. Leiðin gekk til Bretlands, har ein fyribilsavtala varð undirskrivað við oljufelagið Dana Petroleum. Eisini nýtti hann høvi til at tosa við stjóran í privata oljufelagnum á Falklandsoyggunum, Desire Petroleum.
Niels Sørensen sigur, at teir á Falklandsoyggjunum eru í nøkunlunda somu støðu sum vit føroyingar. Teir eru komnir eitt vet longur enn vit, tí fyrsta útbjóðingarumfarið hevur verið og fyrstu loyvini eru latin feløgum, sum fara undir boring í næstum. Ein boripallur er júst farin úr Aberdeen við kós móti Falklandsoyggjunum.
-Endamálið við at tosa við teir er at finna út av, hvussu teir sum eitt oljfelag í einum lítlum samfelag í tí gigantisku oljuverðini hava borið seg at, og tað vísir seg, at modellið vit hava brúkt líkist rættiliga nógv teirra sigur Niels Sørensen.
Fólk í Falklandsoyggjunum hava teknað partapening í oljufelagið Desire Petroleum umframt at útlendsk fígging eisini er fingin til vega. Felagið hevur so fingið eina avtalu við oljufelagið Amerada Hess, ið er eitt av feløgunum, sum hevur fingið boriloyvi. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa upplýst, hvussu henda avtala er bygd upp.
Í lagi við fleiri oljufeløgunum
Niels Sørensen er ikki kløkkur av, at enn eitt føroyskt oljufelag er stovnað, síðan teir løgdu út.
-Tað, sum fer fram í Føroyum nú, har fleiri oljufeløg verða sett á stovn, er ikki annað enn tað sama, sum hendi í Noregi, tá oljuvinnan tók seg upp har. Tá vóru fleiri oljufeløg sett á stovn. Eg síggi hetta sum eina náttúrliga gongd og haldi heldur ikki hon skaðar umdømið hjá føroyingum mótvegis oljufeløgunum, tí tey kenna hesa somu gongd úr øðrum londum.
-Men eru nóg nógvir pengar í samfelagnum til at hava tvey privat oljufeløg og er ikki vandi í at binda stórar peningarupphæddir í slík feløg longu nú!
-Venda vit nú hetta á høvdið og spyrja, hvat hendir, so kunnu vit siga, at tá fólk velja at seta pengar í oljufeløg, verða hesi eitt slag av peningaumsitarum eins og ein banki annars er.
Niels Sørensen sigur, at Føroya Kolvetnisfelag arbeiðir á tann hátt, at tað ger eina samstarvsavtalu um vitan við eitt útlendskt oljufelag. Tað er so nevndin, sum ger av, hvørjum ein skal samarbeiða við.
-Okkara kapitalisering av felagnum verður gjørd eftir tørvi. Tá tað er neyðugt við meira kapitali fara vit út eftir honum. Vit fara tí ikki at seta okkum stór mál í byrjanini men heldur arbeiða eftir umstøðunum.
Niels Sørensen vísir á, at enn er alt so óvist. Hagtøl vísa, at ein út av 50 boringum gevur handilsliga framleiðslu. Sum støðan er nú hava føroyingar so møguleika at spjaða risikoina út á tvey ístaðin fyri eitt felag.
Hann heldur tað kann hugsast at vera skilagott at seta pengar í bæði feløgini heldur enn bert tað eina.
Ikki avgerandi hvaðani kapitalurin kemur
Niels Sørensen sigur, at teir innan fyri nakrar fáar mánaðir fara út at tekna partapening til nýggja oljufelagið. Hvat viðvíkur útlendskum kapitali, so fer felagið at brúka partar av teimum umleið 6000 privatpersónunum og feløgunum, sum hava gjørt íløgur í Dana Petroleum. Hvat viðvíkur sjálvum felagnum Dana, so verður har bert talan um eina samarbeiðsavtalu um vitan.
Niels Sørensen ivast í, hvussu relevant tað er í longdini at spyrja, hvar pengarnir koma frá og vísir til, at vinnan jú er global.
Hann sigur annars, at øll eru vælkomin til at gera íløgur í felagið.
Almennan oljupolitikk fyrst!
Uppá fyrispurning um vit ikki eiga at fáa ein almennan oljupolitikk uppá pláss, áðrenn vit fara út og stovna fleiri privat oljufeløg heldur Niels Sørensen, at tað er skeivt nú at leggja forðingar í vegin fyri fríu marknaðarkreftunum.
-Hetta er rætt og slætt ein spurningur fyri tann einstaka, hvar hann vil brúka sínar pengar. Vit vilja á ongan hátt krógva, at her er talan um at seta pengar í eitt ?high-riskøki?, tvs. at tað er knýtt stór óvíssa at íløguni. Tí er eisini rætt at spjaða risikoina uppá fleiri anpartar.
Niels Sørensen hevur annars áður sagt við Sosialin, at tað er í lagi við bæði privatum og almennum oljufeløgum. Hvat viðvíkur einum almennum oljufelag, so hevur løgmaður sett nevnd at gera uppskot til eitt slíkt. Formaðurin í nevndini er Arne Poulsen, vinnumálastjóri.