Løgtingið herðir sensurin móti SvF

Í evstu stund eydnaðist tað Jenis av Rana at fáa lógina um harðskap og og ónærisligt innihald í sambandi við kringvarpsstøðir eisini at umfata ÚF og SvF. ?Eg vóni, hetta kann vera við til at minka um serliga harðskapin, sum sjónvarpið alt ov ofta borðreiðir við, sigur Jenis av Rana

Sjónvarp Føroyar og eisini Útvarp Føroya fáa nú eina nýggja sensurlóg, sum upprunaliga slettis ikki var ætlað hesum báðum stovnum.

Harafturímóti er lógin gjørd til at umfata nýggju kringvarpsstøðirnar, ið fyrr ella seinni gerast veruleiki, eftir at loftmiðlamonopolið fall.


Harðskapur og sex

Í lógini verður sagt, at ikki bara kringvørpini, men nú eisini útvarpið og sjónvarpið ?skulu ansa eftir, at sendingarnar ikki kunna skaða likamligu, sálarligu og siðalagsligu menningina hjá børnum og ungum undir lógaraldur, eitt nú við ónærisligurm ella ógrundaðum harðligum innihaldið.?

Mentamálanevndin er samd um, at soleiðis skal lógin eisini vera fyri almenna sjónvarpið og útvarpið.

Talan er tó um eitt slag av taktiskari semju. Jenis av Rana, sum situr í nevndini fyri miðflokkin ynskti upprunaliga, at lógin eisini skuldi umfata almennu loftmiðalarnar. Og vildi mentamálanevndin ikki taka undir við hesum, so legði tingmaðurin sjálvur eitt broytingaruppskot fyri tingið.

? Og tá hinir limirnir dugdu at síggja, at ongin fór at atkvøða ímóti mínum uppskoti, so gjørdist tað til síðst ein partur av sjálvum uppskotinum frá nevndini, sigur Jenis av Rana.


Serliga SvF

Bjarni Djurholm, formaður í mentanarnevndini, heldur ikki, at henda nýggja orðing um, hvat útvarpið og sjónvarpið kunnu loyva sær at vísa, fer at merkja programpolitikkin hjá SvF. Jenis av Rana hevur tó heilt aðrar vónir.

? Eg vóni, at henda nýggja lógin fær sjónvarpsstjóran at taka seg saman. Eg haldi tað er alt ov nóg av serliga amerikanskum harðskapi á SvF. Soleiðis upplivir tú ofta ? aftan á eina kanska frálíka Dag & Viku ? at harðskapur av grovasta slag uttan ávaring verður sent inn í stovuna eitt fríggjakvøld, tá sagt verður frá, hvat verður víst komandi viku (í sendingini ?SvF um SvF?, blðm.)


Ítøkilig lóg

Tingmaðurin er eisini fegin um, at tað nú er ein meira ítøkilig lóg at halda seg til.

? Í verandi lóg verður bara víst til breiðar orðingar, so sum at varðveita og fjálga um mál og mentan.

? Men hvat hevur amerikanskur harðskapur við føroyska mentan at gera, spyr Jenis av Rana.


Kunnu klaga

Júst hvørjar avleðingar henda nýggja lógin, sum skal til triðju viðgerð í tinginum í dag, týsdag, fer at fáa í veruleikanum er ikki greitt.

Hvat er ónærisligt? Hvat er óneyðugur harðskapur? Nær ávirkar sjónvarpsharðskapur likamligu, sálarligu og siðalagsligu menningina hjá børnum og ungum? Og hvør skal avgera tað?

Jenis av Rana vísir til, at nú er lógin har. Og so vónar hann, at tað er nóg mikið til, at SvF fer at lata vera við at senda óneyðugan harðskap og ónærisligar myndir.

?Eg vóni fyrst og fremst, at tað verður nóg mikið hjá fólki at klaga til sjónvarpsstjóran. Annars ber eisini til at leggja sak, sigur tingmaðurin, ið eisini heldur, at sjónvarpsnevndin hevur gjørt alt ov lítið, tá tað snýr seg um at sensorera serliga harðskap á SvF


Lesið prát við Trónda Djurhuus, sjónvarpsstjóra, á síðu 4