Í farnu viku fingu umboð fyri flokkarnir á tingi eintak av niðurstøðuni hjá serfrøðarbólkinum, sum hevur arbeitt við frágreiðingini um bankamálið.
Tað er ógjørligt at fáa vitan um innihaldið í niðurstøðuni, annað enn at endurgjaldskrav verður sett donsku stjórnini, men ikki, hvussu stór upphæddin er. Tað verður hildið loyniligt til tingið og landsstýrið eru komin til eina semju.
Ein nevnd er sett, við einum umboði úr hvørjum flokki, sum skal taka støðu til málið.
Tingið arbeiðir við málinum í vikuni
Bjørn á Heygum, tingmaður, sigur, at nú hava umboðini havt møguleika at seta seg inn í niðrstøðua hjá serfrøðingunum í vikuskiftinum, og at fyrsti fundurin væntandi verður í dag.
Tá fara partarnir at taka støðu til, hvørji stig skulu takast mótvegis donsku stjórnini. Síðani verður eitt upplegg til samráðingar við stjórnina tilevnað, sum vónandi allir flokkar saman við Landsstýrinum kunnu semjast um.
Ert tú nøgdur við niðurstøðuna hjá serfrøðinganevndini?
Eg eri fyri so vítt væl nøgdur, tá hugsað verður um, hvussu stutt skotbrá bólkurin hevur havt til sítt arbeiði, sigur Bjørn á Heygum.
Væntar tú at flokkarnir kunnu semjast um eitt tvørpolitiskt upplegg?
Tað vóni eg. Alt er lagt soleiðis til rættis, at vit kunnu koma til eina breiða. føroyska semju. Tað er jú høvuðsendamálið.
Um ikki semja fæst, hvat hendir so?
Eg vóni at tað eydnast okkum at fáa semju í málinum. Vit hava stutt sagt ikki ráð til annað. Vera vit ósamd nú, standa vit veikari, og tað kemur bert donsku stjórnini til góðar, sigur Bjørn á Heygum.
Hann vil ikki siga, hvørt niðurstøðan er sundurgreinað ella um hon bert mælir til at reisa endurgjald móti donsku stjórnini og einki sigur um leiklutin hjá Den Danske Bank.
Danska stjórnin boð í næstu viku
Bert vil hann siga, at danska stjórnin fær boð frá føroyingum - vónandi fyrst í næstu viku, har kravið verður at fáa ítøkiligar samráðingar um endurgjald, og at málið hevur skund.
Eisini verður krónuupphædd sett á, sum partarnir skulu samráðast um.
Spurdur hvar samráðingarnar skulu vera og hvørjar treytir føroyingar annars seta, sigur Bjørn á heygum, at hann ikki veit, hvussu hetta ítøkiliga verður framt í verki, men vónar bert, at samráðingarnar verða sum skjótast.
- Tað er greitt, at vit fara at krevja stjórnina eftir einum endurgjaldi, men hvussu nógv vit fara at krevja, veit eg ikki, sigur Bjørn á Heygum.
Hvat er tað minstakravið?
Tað er júst hetta, sum vit politiskt skulu taka støðu til, sigur Bjørn á Heygum, sum endurtekur, at partabrævaumbýtið kostaði 2,7 mia krónur, og Føroya Banki hevur kostað okkum 1,5 mia. krónur í rentum.
Eftir hvat skilst, so hevur serfrøðingakanningin sett krónuupphædd í niðurstøðuna. Tað er m.a. hetta sum politisku flokkarnir skulu samráðast um í hesi viku.
Kann fáa avleiðingar
Fær bankamálið - soleiðis sum tit nú fara at handfara tað - avleiðingar fyri donsku stjórnina?
- Tað er ikki sannlíkt, men nú avgjørt er at kanna leiklutin hjá Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharra, kann tað fáa avleiðingar fyri hann persónliga.
Kemur hann í álvarsliga klemmu, kann tað fáa avleiðingar fyri stjórnina, heldur Bjørn á Heygum